Fyri einari tíð síðan legði Bjørn Patursson út eina forvitnisliga mynd á Facebook-vangan hjá Koltri.
Ivaleyst hava fleiri sæð hesa útlegging, men hon tolir kanska at vera løgd út á In.fo eisini, soleiðis sum gjørt er nú.
"Hevur tú varnast mannin í Koltri?" er yvirskriftin á Facebook-vanganum, og her verður lagt aftrat, at flestu skopuningar munnu vita um "mannin" í Koltri.
Søgan, soleiðis sum Bjørn Patursson sigur hana, er henda:
- Tað er soleiðis, at um ljósið er hitt rætta, og tú kemur koyrandi úr erva oman móti Skopun, so sæst ein maður ovarlaga vesturi í Skorðini í Koltri.
Bjørn Patursson heldur fyri, at á viðheftu mynd, sum Derek Brockie hevur tikið, sæst maðurin í Koltri væl.
- Men, gevur tú tær stundir at taka myndina niður og veksa hana spakuliga - ja, so kemur maðurin enn týðiligari fram, leggur Bjørn Patursson aftrat.
##med2##