Nøkur orð um Rannvá í Baianstovu og tey

Salurin er fullsettur. Mong eru komin norðaneftir. Ætt og vinir úr Danmark við og úr Svøríki, hesi sum kenna og sakna hana, ið undir børu stendur.

 

Tankarnir dragna spakuliga úr løtuni og aftur til barnadagarnar og til sunnudagsskúlan í Betesda. Táið lívsleiðin var nýggj, einføld og óbrúkt við duldum dreymum.

 

Og hvussu fór lívsleiðin at formast. Verður tað ein lin linja ella nakað heilt annað?

 

Vit vestanfyri vágna fylgdust heim um Vágsbø, tó ikki eftir at grasið var farið at grønkast, segði lærarin. Og so gekk leiðin um vakra Sandin, Ósánna og Vágsá, stein av steini, og hesa leiðina kendu vit væl við.

 

Løtan líður. Bærilig ættarfólk reisast nú og bera børuna út, meðan Jóannes á Váli spældi “Largo” av Handel - eitt æviskeið (10. 09. 1940 – 12. 11. 2023) var her at enda komið...

 

..................

 

Rannvá var fødd í Klaksvík, andaðist í Danmark og minnisløtan var hildin í Ebenezer við talu og sangi, har sangkórið luttók, ið hon, sum yngri, var við í eitt skifti.

 

Hon vaks upp í teim nú fyribeindum húsunum á Fornagørðum, har ið helvtin av ovaru hæddini var íbúð og hin handil, kjallarahæddin var blikksmiðja og rørgoymsla.

 

Sum barn var Rannvá røsk og rokut sum nakar drongur, var elst av seks, hini eru: Helen, Høgni, Hanna, Sonja og Naomi.

 

Rannvá hevði gott hegni og handalag, sum lá í ættini, og hóast hon lærdi til læknaskrivara, hevði hon sjálvstøðugt skapandi virksemi, so sum húgvur, turrklæði o.m.a. , sum hon lat úr hondum til sølu - alt lívið!

 

##med2##

 

Foreldur hennara hoyrdu til býarmyndina tá. Mamman, Else Basse, var donsk og sera virkin, meðan pápin, Erling Høgnesen, blikksmiðjumeistari, var úr Fuglafirði.

 

Ein sera belisin, mentamaður, sum dugdi ein heilan hóp av bundnum skaldskapi: Janus, Hans Andrias, B. S. Bjørnson, Nis Petersen, Kai Hoffmann v.m., eitt nú dugdi hann “Terje Vigen” eftir Henrik Ipsen uttanat.

 

Erling var orðkringur við argumentum, sterkur í Skriftini og sera tolin.

 

Mesta heiðurstekin við sveinaroyndir er silvurmedaljan, og verður hon bara veitt fyri serstakliga gott handverk. Ein heilur hópur fór upp til sveinaroynd í 1939, men bara tvær silvurmedaljur vóru givnar. Erling fekk aðra.

 

Ikki ofta blíva meistari og lærlingur vinir fyri lívið, men her var eitt undantak - okkara millum. Eg kundi eitt nú tann 16. desember - føðingardag Erlings - í telefon byrja við orðum sum: “Hann føddist í stormi, har dagurin treyt...”, og straks Erling tók yvir við: “...og inn yvir boðarnar havaldan breyt...” og endurgav alla yrking Hans Andriasar um sjógarpin mæta, Kristjan í Árnafirði (!).

 

Eftir 7 ár til skips fór Erling mitt í 1930’unum til Kjøpinhavnar í læru til blikksmið í Krystalgade 4, beint við Rundatorn, og fekk innivist á lærlingaheiminum í Rantzausgade 60 – við nógvum øðrum lærlingum og dyggum ítróttarvirksemi.

 

Erling gjørdist seinasta árið besti fimleikari har, seinni stovnaði hann Svimjifelagið í Klaksvík og var viðvirkandi til stabban á Hellisenda á Borðoyarvík við tilhoyrandi lopfjøl – sum tá bar til at nýta við hóskandi dýpi útfrá.

 

Magnus Dam Jacobsen (1935 - 78) prentari, seinni skald og høvundur, kom sum eitt fok til Klaksvíkar og gjørdist skjótt kendur millum manna. Hann og Rannvá blivu góð, giftust og fingu trý børn: Lív, ið býr í Porkeri, Rúna, gift í Svøríki og Bárður, býr í Havn.

 

Magnus treivst ikki leingi á “Norðlýsinum” og kom tá at gera fyrifallandi arbeiði í blikksmiðjuni. Ein sera íðin og fryntligur samstarvsfelagi, og har kom hann helst undir skaldsliga ávirkan frá verfaðir sínum. Fyrsta týdda yrking hansara var: “Hvordan et digt bliver til” eftir Nis Petersen, sum stóð í “Norðlýsinum”.

 

Sterkar persónsmenskur vóru hesi bæði, tekkiligt par og góðir vinir. Tey vitjaðu, sum gift, mær vitandi, bara til lítlu íbúð okkara á Selheyggi. Tær, Annelena og Rannvá, hugnaðu sær, meðan vit báðir telvaðu og skiftu orð um skaldskap millum annað, sum okkum dámdi.

 

Magnusar yndisnavn tá var “Ulf Larsen” eftir Jack London. Honum hetta í holdið borið – sveimandi dreymar um villar víddir og hetjubrøgd, roysni, brúnt ella svart belti, skemt, áhugi fyri tónleiki, myndlist og yrkingum og faðirsins langtan við: “Gævi dagur aldri fór at halla!”.

 

Seinasta kvøldið Magnus var í Føroyum á lívi, kom hann niðan til Hoyvíkar at vitja okkum. Tað var eitt skemtiligt, fagnaðar kvøld og nátt við. Vit, Annelena, koyrdu hann um 3 - 4 tíðina á oman í C. Pløyensgøtu - hesa ljósu summarløtu í august.

 

Stutta tíð eftir kom hann heim aftur til landið, hesaferð undir børu, og varð ein vakran seinnapart grivin undir Heygnum Mikla í Havnardali.

 

Tvey sermerkt menniskju, ið ein minnist við sorgblídni og fagnaði.

 

Arnstein Niclasen