Tað er Sands kommuna sum skipar fyri fundinum, og vit frætta av Sandi, at eini 130 fólk eru møtt á fundinum, sum er um vegaføringina í Sands kommunu í samband við tunnilin.
- Í lógaruppskotinum eru tveir møguleikar um vegaføring nevndir, annar eystanfyri Sandsvatn og hin vestan fyri Sandsvatn.
Sum skilst verður, at borgarafundurin grundarlag undur hoyringarskrivi, sum Sands kommuna fer at gera í samband við ætlaðu linjuføringina.
Í panelinum á borgarafundinum fara at sita borgarstjórin í Sands kommunu, umboð fyri áhugafelagið Veltan, umboð fyri landbúnaðin, umboð fyri náttúruvernd og umboð fyri skúvoyarbygd.
Eisini fer Jón Sigurðsson, sum er sandingur og stjóri í byggifelagnum Articon – sum hevur gjørt nógvar vegir og fleiri tunlar – at leggja fram alternativar loysnir, og høvi verður eisini hjá fundarluttakarum at seta spurningar og koma við viðmerkingum.
##med2##