Tann 23. apríl 2020 var eg á einum fundi við stigtakararnar til filmsverkætlanina TROM. Hetta var í corona-tíðini, so fundurin var á netinum. Har fekk eg at vita, at um landið vildi játta 4 mió. krónur til ætlanina, so blivu upptøkurnar gjørdar í Føroyum.
Eg kundi ikki lova teimum nakran stuðul á tí fundinum, tí játtanin á fíggjarlógini rakk ikki. Men longu sama dag varð ein ætlan løgd um, hvussu vit kundu fáa pengarnar til vega.
Tað gekk tó ikki sum ætlað við játtanini. Í landsstýrinum var onkur skeptiskur, tí viðkomandi hevði hoyrt, at filmurin byrjaði við einum grindadrápi, har onkur frá einum umhvørvisverndarfelagsskapi bleiv dripin, og tað var ikki hildið at vera gott at vísa útlendingum. Eg gjørdi vart við, at annaðhvørt tóku vit undir við at stuðla ætlanini, ella gjørdu vit tað ikki. Vit kundu ikki frá politiskari síðu sensurera innihaldið. Filmurin bleiv undir øllum umstøðum gjørdur (í Føroyum ella í Íslandi), og hann snúði seg í báðum førunum um Føroyar.
Tað eydnaðist í løgtinginum at fáa breiða undirtøku fyri at játta neyðugu pengarnar, og upptøkurnar blivu tí gjørdar í Føroyum.
TROM var eitt stórt stig á leiðini fram ímóti eini vaksandi filmsvinnu her á landi. Játtanin á fíggjarlógini er ov lítil, um vit ætla nakað á tí økinum, og tí hevur Sambandsflokkurin sett sær fyri, at hendan játtanin skal hækka.
Vit hava í Føroyum í nógv ár bara livað av fiskivinnu. Seinni eru aðrar vinnur komnar afturat, til dømis alivnnnan, ferðavinnan, farmasigling o.s.fr.
Filmsvinnan er ein spennandi vinna, har nógvir møguleikar eru,ið samantvinna vinnu og list, og hesar møguleikarnar eiga vit at troyta.
Helgi Abrahamsen,
valevni fyri Sambandsflokkin