Norski milliarderurin, Trond Mohn, hevur givið Tromsø Idrettslag tíðarinnar jólagávu, sum hevur eitt virði av millum 50-70 norskum milliónum krónum. Hetta svarar tll slakar 40 milliónir krónur í okkara peningi.
Tað, sum ríkmaðurin hevur givið felagnum, er høvuðsbygnigurin til Romssa Arena.
Hetta hevði felagið í Troms at fortelja á tíðindafundi í dag. Higartil hevur høvuðsbygningurin til fótbóltsleikvøllin verið ogn hjá ríkmanninum.
Eigaraskifti fór fram í gjár, og stýrisformaðurin í Tromsø Idrettslag, Stig Bjørklund, sigur, at gávan hevur stóran týdning fyri felagið, tí við hesi gávu veksur eginpeningurin í felagnum við meira enn 40 milliónum í okkara peningi.
- Gávan merkir, at nú kann fótbóltsfelagið menna leikvøllin soleiðis, sum felagið ynskir og soleiðis, sum tað tænir felagnum best.
Norska kringvarpið NRK veit at siga, at ríkmaðurin, Trond Mohn, fleiri ferðir hevur givið fótbóltsfelagnum stórar peningagávur.
##med2##
- Ongar bindingar eru við gávuni - uttan, at tað er Tromsø Idrettslag, sum skal eiga bygningin, sigur stýrisformaðurin, Stig Bjørklund.
Milliarderurin sigur, at tað hevur alla tíðina verið ætlanin hjá honum, at ítróttafelagið skuldi fáa bygningin, tá felagið varð til reiðar at yvirtaka hann.
- Tað nærkast jólum, so eg helt, at hetta var ein hóskandi løta at gera hetta, sigur milliarderurin við norska kringvarpið NRK, og hann situr sjálvur í stýrinum fyri Tromsø Idrettslag.