Nú er 07 Vestur væl fyri 

Hjá EB/Streymi eru tað framvegis fleiri, sum ikki eru tøkir

Tað verður grannauppgerð við Margáir seinnapartin. EB/Streymur fær vitjan av 07 Vestur. 

 

EB/Streymur tapti í fyrsta umfari á heimavølli ímóti NSÍ, og eftir søtan sigur á útivølli ímóti Víkingi endaði tað seinast við 2-0 heimatapi ímóti KÍ. 

 

EB/Streymur hevur verið illa darvað av skaðum, og tað eru framvegis fleiri á skaðalistanum. Men tað telur rætta vegin, at liðformaðurin Andras Ó. Olsen, sum er álit í miðverjuni, er tøkur aftur, og at miðvallarin Elias El Moustage eisini er tøkur. Tað er Ragnar B. Danielsen eisini. Ivasamt er tað, um miðvallararnir Salmundur Bech og Bogi Reinert Petersen eru førir fyri at spæla í dag. 

 

Heilt víst er tað, at verjuspælararnir Mikkjal Hellisá og Ólavur Niclassen ikki eru tøkir. 

 

Hjá 07 Vestur stendur væl til við fólki. Tó er miðverjin Dann Fróðason langtíðarskaddur. 

 

Miðvallarin Janus Svabo Samuelsen er tøkur aftur, og Jasper Van Der Heyden, sum hevur verið plágaður av skaða, men sum kortini hevur spælt, er tøkur aftur. 

 

07 Vestur bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum. Eftir 3-2 heimatap í fyrsta umfari ímóti Víkingi er tað tvær ferðir endað javnt - 3-3 á Argjum og 0-0 á Skála.

 

EB/Streymur - 07 Vestur: Rúni Gaardbo kl. 15.00