Nú vera tríggir hoyvíkingar í týsku bundesliguni

Komandi kappingarár fer komandi kappingarár at spæla við TSV Hannover Burgdorf

Mynd: TSV Hannover-Burgdorf

Komandi kappingarár í bundesliguni vera tríggir hoyvíkingar og føroyskir landsliðsleikarar at síggja í teimum stóru týsku hallunum.

 

Longu nú er Elias Ellefsen á Skipagøtu í THW Kiel og Hákun West av Teigum er í Füchse Berlin.

 

Komandi kappingarár fer Vilhelm Poulsen, ið hevur klárað seg væl í bestu donsku deildini við Lemvig-Thyborøn, og í bestu íslendsku deildini við Fram at tørna út fyri TSV Hannover-Burgdorf

 

Montenegrianarin, Branko Vujovic hevði upprunaliga sáttmála við TSV Hannover-Burgdorf til summarið 2025, men ynskti at vera loystur úr honum. Tí handlaðu tey skjótt í TSV Hannover-Burgdorf og fingu Vilhelm Poulsen knýttan at felagnum.

 

Christian Prokop sum skal vera høvuðsvenjari hjá TSV Hannover-Burgdorf heldur Vilhelm hevur eyðsýndar dygdir í verju og í álopspælinum, og hann væntar sær nógv av samstarvinum við Vilhelm, sambært heimasíðu felagsins.

 

TSV Hannover-Burgdorf er í løtuni nummar seks í bundesliguni við 36 stigum. Teir hava fimm stig upp til Melungen, ið er á fimta plássinum sum gevur atgongd til EHF European League við lokið kappingarár. 

 

Jóhan á Plógv Hansen spældi við TSV Hannover-Burgdorf millum 2020 og 2022. 

 

Mynd: TSV Hannover-Burgdorf