Víkingur hevur longt sáttmálan við 24 ára gamla áleyparan Rana Hansen. Tað er tekin um, at tað verður brúk fyri áleyparanum komandi kappingarár, tí Finnur Justinussen og Andreas Lava Olsen hava sett gaggurnar á hillina, meðan Martin Klein Olsen er farin til B68. Tí verður Rani Hansen annaðval í álopinum í løtuni, um ikki Jóhan Petur Poulsen velur at blanda kortini øðrvísi til komandi kappingarár.
- 24 ára gamli Rani Hansen hevur longt sáttmálan við barndómsfelagnum við tveimum árum.
Rani, sum er áleypari, hevur verið fastur maður á næstbesta liðnum, sum vann gull í deildini farna kappingarár. Vit fegnast um at fryntligi Norðragøtumaðurin hevur valt at leingja sáttmálan, og gleða okkum til at síggja meira til hansara, skrivar Víkingur.
Víkingur hevur fingið tilgongd av Ragnari Skála. So er spurningurin, um tað koma fleiri spælarar.