Nýggjur deildarleiðari á Fólkalívsdeildini

Margretha Nónklett er sett í starv sum deildarleiðari á fólkalívsdeildini hjá Tjóðsavninum.

Margretha er útbúgvin fólkalívsfrøðingur frá Lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

 

Margretha hevur røkt eitt tíðaravmarkað starv sum savnsvørður á deildini seinasta árið og hevur áðrenn hetta starvast sum býarsavnsvørður á Tórshavnar býarsavni. Eisini hevur hon drúgvar royndir úr landsfyrisitingini.

 

Ynskt verður Margrethu tillukku og vælkomnari í fast starv á Tjóðsavninum. Hon tekur við starvinum 1. oktober 2023.