Okkara komandi mótstøðulið skoraði 212 mál í seks HM-dystum

Niðurlond skoraðu nógv mál, og lótu nógv mál inn í HM-endaspælinum

12. mars í stórhøllini við Tjarnir, og 16. mars á útivølli spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti EM-undankappingardystir móti Niðurlondum.

 

Niðurlond spældu seks dystir í HM-endaspælinum, og staðfestast má, at teir eru framúr í álopsspælinum, men eru avgjørt til at práta við í verjuspælinum.

 

Niðurlond skutu 212 mál í teimum seks HM-dystunum. Tað eru 35,3 mál í miðal pr. dyst í HM-endaspælinum.

 

Hinvegin lótu Niðurlond 200 mál inn í teimum seks HM-dystunum. Tað eru 33,3 mál í miðal pr. dyst í HM-endaspælinum.

 

Okkara menn mugu væntandi skjóta nógv mál fyri at knógva eitt ella tvey stig móti Niðurlondum. Niðurlendska verjuspælið gevur tó vónir um, at vit á heimavølli kunnu fáa eitt stig ella tvey í frumdystinum í høllini við Tjarnir 12. mars.