OL: Celine Dion fær 13,8 miljónir krónur fyri at syngja ein sang

Celine Dion vinnur nógvan pening upp á sína framførslu til olympisku setanina í París í annaðkvøld

Millum tey sum fara at framføra til setanina av olympisku summarleikunum í París í annaðkvøld er 56 ára gamla kanadiukvinnan, Cel­ine Dion.

 

Cel­ine Dion hevur als ikki framført tvey tey seinnu árini aftaná, at tað bleiv staðfest, at hon hevur Stiff Per­son Syndrome.

 

Fyri at framføra ein sang hesa einu ferðina fær Celine Dion eina upphædd, ið svarar til 13,83 miljónir krónur í okkara peningi.

 

Celine Dion hevur eina ferð áður framført til eina setan av olympiskum summarleikum. Tað var í Atlanta í Georgia í USA í 1996. 

 

Tá framførdi Celine Dion lagið: "The Power of the Dream":

 

##med2##