Páskaligir einhyrningar

Við eitt sindur av gull pappíri, einum límpistóli og nøkrum pastelblómum, kanst tú lættliga gera hesi fittu einhyrninga páskareggini

 

Hevur tú hug at royna okkurt nýtt og endurnýggja páskareggini í ár? Íblásturin til flott páskaregg, er óendaligur, men heima hjá okkum var ongin ivi hesuferð.

Eg eigi eina gentu, sum er púra vekk í einhyrningum fyri tíðina, so vit skuldu sjálvandi gera einhyrninga páskaregg í ár. Við eitt sindur av gull pappíri, einum límpistóli og nøkrum pastelblómum, kanst tú lættliga gera hesi fittu einhyrninga páskareggini.

##med2##

Tú skalt brúka:

  • Egg
  • Kaffi (ikki neyðugt)
  • Gull glimmurpappír
  • Límpistól ella sekundlím
  • Saks
  • Svarta tússj
  • Silkipappírs rundingar í ymsum litum frá Søstrene Grene (tú kanst eisini brúka kunstigar blómur)
  • Vatt ella silkipappír

##med3##

Soleiðis gert tú:

  1. Kóka eggini í 10 minuttir ella tú kanst brúka kunstig egg. Eg kókaði eggini og koyrdi eina skeið av kaffi í vatnið, so eggini fingu ein flottan ljósabrúnan lit.
  2. Tekna eygu á eggið við svartari tussj umleið ¼ frá toppinum.
  3. Klipp gullpappírið í fýrakantar á umleið 5x5 cm. Rulla pappírið til eitt kramarhús og líma endan á pappírinum fastan. Klipp yvirskot av pappírinum, so at tann breiði endin er beinur. Stappa silkipappír ella vatt inn í kramarhúsið, so at límið kann heftast á har. Líma síðani kramarhúsið ovast á eggið.
  4. Líma so blómurnar á, rundan um kramarhúsið. Eg brúkti silkipappírs rundingar, sum eg gjørdi til blómuskap. Eg helt í miðjuni á rundinginum og bukkaði tað saman til eina blómu. 

##med4##

##med5##

Og voila! So hevur tú fitt páskaregg í einhyrninga skapi. Góðan arbeiðshug og gleðiligar páskir!