Eukalyptusgreinar, tær vøkru philodendron planturnar og villar hagablómur, hava prýtt nógv heim tey seinastu árini. Men, á interiør og design-ráðstevnuni Formland dugdu rákserfrøðingar at siga frá ymiskum interiør rákum, sum vit fara at síggja í nærmastu framtíð.
Eitt av hesum var pampasgras, ið fer at verða tað heilt stóra interiørrákið í 2019. Hyggja vit eftir, hvørjum flest fólk hava leitað sær íblástur eftir, tá tað snýr seg um blómur til heimið, er tað júst hetta vakra pampasgrasið, sum er høgt í metum.
##med2##
Pampasgras er eins vakurt frískt, sum tá tað er turkað. Turkaðar blómur hava eisini verið eitt rák hesa seinastu tíðina. Umframt at eitt ævinleika blómutyssið er fríðkandi og vakurt at sjá, so taka fólk samstundis atlit til bæði umhvørvið og pengapungin, nú tey sleppa undan at skifta grøs og blómur út í heilum.
##med3##