Paul Watson biður nú forsetan í Fraklandi, Emmanuel Macron geva sær politiskt friðskjól.
Paul Watson situr í løtuni fongslaður í Grønlandi, har hann varð handtikin í juli.
Tað hendi í Nuuk við støði í handtøkuboðum úr Japan.
Umbønin um friðskjól varð send til Macron fyri nøkrum døgum síðani, skrivar franska tíðindastovan AFP.
Tað hendi í einum brævi, sigur Lamya Essemlali, sum stendur á odda fyri aktivistabólkinum Sea Shepherd Frankaríki.
Paul Watson hevur áður verið í hesum bólkinum.
Tann 2. oktober longdi dómstólurin í Grønlandi fongsulsrevsing hansara til 23. oktober.
Tað er løgmálaráðið í Danmark, sum skal taka støðu til, um Watson skal útflýggjast til Grønlands.
Harumframt hevur Watson fingið loyvi frá Procesvillingsnævnet til at fáa málið um fongsulsrevsingina roynt í hægstarætti.
Enn er ikki ein dagfesting fyri, nær tað hendir.
/Ritzau/