Zelenskyj hevur í dag lagt fram eina sigursætlan

- Eg kann ikki siga, at eg stuðli allari ætlanini hjá Ukraina, tí nøkur av málunum eru trupul, sigur nýggi Nato-aðalskrivarin

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur í dag lagt fram eina ætlan - eina sigursætlan - sum skal fáa enda á krígnum í Ukraina.

 

- Eg kann ikki siga, at eg stuðli allari ætlanini, sigur nýggi Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte og leggur aftrat, at nøkur av málunum eru trupul.

 

Ein partur av ukrainsku "sigursætlanini" er, at Ukraina verður fullgyldugur limur í verjussamgonguni, Nato.

 

Volodymyr Zelenskyj vil, at Ukraina beinanvegin verður bjóðað upp í verjusamgonguna.

 

Ukrainski forsetin ynskir eisini, at sameindu hjá Ukraina, sum hava latið landinum vápn, loyva ukrainska herinum at brúka langtberandi vápn móti øllum málum, sum Russland hevur hertikið.

 

Forsetin ynskir eisini, at Ukraina kann brúka langtberandi vápn, sum sameind hava latið landinum, móti hernaðarmálum í Russlandi.

 

Nato-aðalskrivarin, Mark Rutte, sigur, at Ukraina ongantíð hevur staðið nærri Nato enn í dag.

 

Í samband við framløguna av sigursætlanini segði Volodymyr Zelenskyj, at tað kemur ikki upp á tal at lata Russlandi burtur av ukrainskum landaøki.

 

Russland ræður nú yvir einum fimtingi av ukrainskum landaøki.

 

So seint sum í gjár segði Russland, at teirra herdeildir hava tikið tvær ukrainskar bygdir aftrat har eysturi í landinum.

 

Á hinari síðuni hava ukrainskar herdeildir í løtuni ræðið á einum landaøki í Russlandi, sum svarar til umleið støddina av Føroyum.