Poul átti aftur í kvøld høvuðsleiklutin

20. sigurin á rað í landskappingini var í kvøld veruleiki, tá ið uppflytararnir í NSÍ taptu tepurt á heimavølli ímóti Víkingi, sum er stórur FM favorittur

Poul Kallsberg var í kvøld einasti málskjútti í Runavík, har Víkingur vann 1-0. Hetta var fimta málið hjá Víkingi í ár

Tað hevur higartil í ár gingið sum eftir ánni hjá Víkingi. Í kvøld vóru víkingarnir partur av grannauppgerð í Runavík, og aftur í kvøld vunnu víkingarnir fulla úrtøku. Teir hava nú vunnið 20 landskappingardystir á rað, og teir eru stórfavorittar at vinna FM.

 

Úrslitið í kvøld var 1-0 til Víking eftir málleysan fyrra hálvleik.

 

Einasti málskjúttin í kvøld var Poul Kallsberg. Tað var miðskeiðis í seinna hálvleiki, at Poul Kallsberg úr 18 metrum og mitt fyri sendi bóltin flatt og dygst inn við stólparótini.

 

Allir víkingarnir eru væl upplagdir, og higartil í ár hevur Poul Kallsberg verið ein tann eyðsýndasti. Í fjør arbeiddi hann væl og nógv, men tað riggaði ikki altíð soleiðis, sum hann vildi, og sum evnini eru til.

 

Men í ár er tað av álvara gloppið hjá Poul. Undan grannauppgerðini í dag var Finnur Justinussen toppskjútti hjá Víkingi við fimm málum. Nú hevur hann Poul Kallsberg undir liðini á sær, tí í kvøld skoraði hann fyri fimtu ferð í landskappingini í ár.

 

Talan var um spennandi og intensa uppgerð. Uppflytararnir í NSÍ bjóðaðu oddaliðnum av, og NSÍ hevði møguleikar at javna, hóast teir ikki vóru so nógvir.

 

Bárður á Reynatrøð í málinum hjá Víkingi hevði ikki so nógv at taka sær av, men tá ið tað av álvara var brúk fyri honum, so vísti hann fram ímóti dystarenda, hvør dugur er í honum, tá ið innskifti Búi Egilsson royndi seg.

 

-Talan var um javna uppgerð, og vit eru fegnir um, at tað eydnaðist at vinna. Vit rættaðu eitt sindur upp á tingini í steðginum, og tað hjálpti. Eitt nú, tá ið Jákup Johansen fór í vinstra borð, og Poul Kallsberg fór í høgra borð. Poul Kallsberg er eisini góður spælari í millumrúmunum, og tað var í kvøld avgerandi, sigur venjarin hjá Víkingi Jóhan Petur Poulsen í samrøðu við Sigurjón Einarsson í FM1 útvarpinum.

 

Leygardagin fer NSÍ at spæla á útivølli ímóti grannunum á Toftum, og sama dag fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.

 

Poul Kallsberg var í kvøld einasti málskjútti í Runavík, har Víkingur vann 1-0. Hetta var fimta málið hjá Víkingi í ár