Poul Nolsøe 80 ár

Í dag 5. august verður Poul Nolsøe 80 ár. Hann var lærari og síðani løgfrøðingur, og í síni tíð var hann nógv við í svimjing – úrmælingur at svimja og so í nevndararbeiði.

Tey, sum minnast nóg langt aftur, komast við Poul frá tiltikna 64-liðnum hjá Havnar Svimjifelag, HS. Tá í tíðini varð ikki roknað við, at føroyingar vóru førir fyri at standa seg ímóti teimum bestu í Danmark. Tí var tað óvæntað og nógv umrøtt, tá ið Poul og aðrir í HS miðskeiðis í sekstiárunum vunnu á teimum bestu í Danmark, sum teir kappaðust ímóti bæði í svimjihylinum í Gundadali og á flatlondum. Formaður í HS og forsprákari í føroyskari svimjing tá var Bobby Brocke. Í 1965 fekk Poul handaðan ein heiðurs “Oscar” frá Havnar Svimjifelag. Um hetta serstaka heiðurteknið skuldið itið nakað, so var tað ein Heiðurs-Bobby.

 

Í 1972 fór tað aftur at ganga væl í svimjingini. Tá var Poul fluttur til Klaksvíkar, men kortini luttók hann og stóð seg væl. Svimjihøllin í Klaksvík var tikin í nýtslu í desember 1974. 14. januar í 1975 var svimjifelagið Ægir stovnað, og Poul var fyrsti formaðurin og undangongumaður, tá ið klaksvíkingar av álvara spílaðu seg út í svimjingini. Í 1981 varð Poul valdur formaður í Svimjisambandi Føroya. Altjóða limaskapurin var stutt frammanundan vorðin veruleiki, og nú var møguleiki at luttaka í altjóða kappingum, og Poul og Svimjisambandið lógu ikki á løtu síðuni. Tríggir svimjarar luttóku í Norðurlendsku Juniorkappingini í Linköping í 1984, og tað var eisini í formanstíðini hjá Poul, at føroyingar luttóku í og vunnu Norðurlendsku fólkalandskappingina í svimjing. Allir føroyingarnir løgdu til brots og svumu 200 metrar so ofta. Samlaði teinurin var sum til Australia, og føroyingarnir vóru væl frammanfyri allar hinar brøðratjóðirnar.

 

Vøggan stóð á Sandi, men Poul vaks upp á Landavegnum í Havn. Mamman var Christina, fødd Samuelsen og ættað úr Sumba, og pápin var Ansgar Nolsøe av Tvøroyri. Systkini hjá Poul eru John (1935 – 2016), Esther Drewsen (1937 – ), Ingibjørg av Teigum (1939 – ), Helgi (1951 – ) og Randi (1953 – ), sum býr í barndómsheiminum á Landavegnum.

 

##med2##

 

Í 1966 giftust Poul og Malla Thorsteinsson. Foreldur hennara vóru Kristina (Killan) og Sámal Thorsteinsson í Klaksvík. Tað var hann, sum stovnaði Tog og Snørisvirkið í Klaksvík, sum hann átti og rak í nógv ár. Poul bygdi sjálvur stásiligu húsini í Geilini 42. 

 

Malla og Poul eiga trý børn: 

 

Christina (1966 – ), sum er biokemikari og undirvísir á Glasi. Hon er gift Klæminti Isaksen, og tey eiga Bjørk og Mattias. Sigrun (1968 – ) er útbúgvin innan bioteknologi og er gift Omar Kenneth Diemer. Tey búgva á flatlondum og eiga Andreas og Asmus.  Og so er tað Andras (1981 – ), sum er verkfrøðingur og býr í Fuglafirði.

 

Poul leyk prógv á Føroya Læraraskúla í 1966, og tá varð hann settur í starv í Klaksvík, har hann var lærari 1966 – 77. Í 1968 – 69 var hann á ársskeið á DLH, serliga í støddfrøði og alisfrøði, og í 1978 tók hann serlæraraútbúgving á DLH. Skúlaárið 1978 – 79 vóru tey í Qaqortoq/Julianehåb í Grønlandi, 1979 – 1981 var hann serlærari í Aarhus, og síðani var hann serlærari í Norðoyggjum við tilknýti til Skúlan við Ósánna.

 

Í nítiárunum fór Poul undir sjálvlestur í løgfrøði við lærda háskúlan í Aarhus. Eitt ár undir lestrinum búðu tey bæði í Skanderborg. Løgfrøðisliga embætisprógvið var lokið í 1999. Tá vóru tey flutt til Havnar, har tey búsettust Oman Stóragarð. Bæði í Klaksvík og eftir at tey vóru flutt til Havnar arbeiddi Malla sum sosialráðgevi. Poul fór í starv sum løgfrøðingur í mentamálaráðnum. At hann hevði nógvar royndir í skúlanum mundi koma honum og mentamálaráðnum til góða. Eftir at hann fór úr starvinum í mentamálaráðnum, varð Poul løgfrøðiligur ráðgevi hjá Føroya Lærarafelag.

 

Poul hevur altíð verið arbeiðssamur og roynt seg á ymsum mótum. Gestablídnið hevur verið stórt – eisini mótvegis svongum svimjara – og betri vinmann enn Poul finst neyvan, og hann hevur altíð verið kveikjandi at arbeiða saman við – sum svimjari, formaður og vinmaður. Malla og Poul hava í nógv ár átt summarhús á Agerø í Limfjørðinum. Stóri dagurin verður hildin uttanlands saman við familjuni.

 

 

 

Hjartaliga til lukku.                                                    

 

 Jon