Reyði Krossur Føroyar skrivar, at hetta er ein føst jólasiðvenja, og hjá Reyða Krossi gleðast tey um at kunna stuðla við góðum lesitilfari til børnini.
Í ár eru bøkur handaðar barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, barna- og ungdómspsykiatriini og barna- og ungdómsstovnum undir Almannaverkinum.
Bøkurnar eru komnar inn í gjøgnum bókaendurnýtsluna, og eru savnaðar og pakkaðar ígjøgnum árið. Tað er Sven, kallaður bókajólamaðurin, sum hevur verið við til at bera jólahýr og bøkur út til stovnarnar.