Føroyar og náttúra eru sum krókur og lykkja, og soleiðis hevur verið í 1000 ár. Tó hevur náttúran verið stórt offur síðstu øldina vegna stór inntriv og politiska líkasælu.
Fýra øki innan náttúruvernd, sum eg meti at hava stóran týdning, eru:
- Náttúruverndarlóg
- Havhestaveiða
- Friðing
- Rotta
Føroyar eru eitt av fáu londunum í heiminum, sum enn ikki hevur eina náttúruverndarlóg, sum tryggjar betri verju av okkara lívmargfeldi. Eitt nú eru øll oyggjasamfeløg kring knøttin sera tilvitað um “invasivar artir” fyri at verja ta upprunaligu náttúruna móti fremmandum plantum og djórum. Men ikki Føroyar, tí vit hava onga lóg, ið forðar til dømis fólki at sleppa fremmandum froskum út í føroysku náttúruna.
Havhestaveiða er gomul føroysk siðvenja, sum hevur stóran týdning fyri Føroyar. Men vit skulu hava skil á veiðuni, tí í dag vita vit hvørki, hvussu nógvur havhestur verður tikin, ella hvussu stórur stovnurin er. Vit kundu gjørt sum í Grønlandi, har neyvt samstarv er millum granskarar og lokalar veiðimenn um stovnskanningar.
Tað eru bert trý friðað øki í Føroyum: Fjallavatn, Leynavatn og Mølheyggjar á Sandi. Onnur serliga áhugaverd øki, sum kundu verið friðað, eru Gróthúsvatn og Kollurin. Vit áttu eisini at friðað ávísar plantur, tí eitt nú er vakra blóman, sævarrossatunga, millum hóttu planturnar í Føroyum. Hon vaks til dømis á einum øki í Hvítanesi, men fyri 10 árum síðan valdu nøkur fólk at grilla á hesum økinum – og nú er ongin sævarrossatunga á Hvítanesi.
Fugla- og plantulív er nógv ríkari á oyggjum, har rotta ikki er. Kemur rotta út í Nólsoyar, sum hevur heimsins størsta drunnhvítubøli, er úti við drunnhvítanum. Tað sama um rotta kemur út í Mykines, so er úti við lundanum. Vit mugu tí vera sera tilvitað um rottuna og hava eina skipaða ætlan, hvussu vit verja okkum ímóti, at rotta spjaðir seg. Vit eiga eisini at arbeiða fram ímóti at týna rottuna í Føroyum. Hetta eydnaðist til dømis á eini oyggj á stødd við Føroyar, sum kallast South Georgia. Vit kundu til dømis byrjað við at týnt rottuna í Suðuroynni.
Verði eg valdur á Føroya Løgting 8. desember, fari eg at arbeiða fyri, at ein náttúruverndarlóg verður samtykt, og at vit á nógv betri hátt virða og verja okkara fugla-, djóra- og plantulív.
Óli Jákup Jacobsen
Valevni fyri Javnaðarflokkin
Um meg:
Eg eri 35 ár, giftur og havi fýra børn á 6, 4, 2 og 0 ár, og búgva vit í Havn. Eg eri útbúgvin Cand.merc.aud., havi arbeitt sum grannskoðari í seks ár og arbeiði í dag á fíggjardeildini á Gjaldstovuni, har eg serliga siti við føroyska landsroknskapinum.