Rúni dømir steypafinaluna

Tað verður Rúni Gaardbo, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið millum B36 og HB, sum verður á Tórsvølli komandi leygardag klokkan 19:00

Rúni Gaardbo telist millum royndastu dómararnar í føroyskum fótbólti - Mynd: Álvur Haraldsen

Tað verður Rúni Gaardbo, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið millum B36 og HB, sum verður á Tórsvølli komandi leygardag klokkan 19:00, skrivar Fótbóltssambandið. Rúni Gaardbo, Jógvan Breckmann, Emil Sørensen, og Jóhan Hendrik Ellefsen, ið verður 4. dómara, verða menninir, ið skulu leiða finaluna um Løgmanssteypið 2024, sum verður á Tórsvølli leygardagin 2. november klokkan 19:00.

 

46 ára gamli toftamaðurin, Rúni Gaardbo, verður maðurin við floytuni, meðan Jógvan Breckmann og Emil Sørensen verða á síðulinjunum. Dómaraeygleiðari til finaluna verður Petur Reinert.

 

Talan er annars um tvey feløg við rættuliga ymiskum steypahagtølum, sum í ár møtast í finaluni. Síðani 1955 hevur HB vunnið steypafinaluna hjá monnum 29 ferðir, meðan B36 hevur vunnið finaluna sjey ferðir.

 

Atgongumerki til finaluna um Løgmanssteypið 2024 fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo.

 

Rúni Gaardbo telist millum royndastu dómararnar í føroyskum fótbólti - Mynd: Álvur Haraldsen