- Tað, sum russiski forsetin, Vladimir Putin, oyðileggur í Ukraina, noyðist Russland at rinda fyri at byggja uppaftur.
Tað sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, á einari vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, í dag.
Undir vitjanini lovar uttanríkisráðharrin ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelensky, at amerikansk hernaðarútgerð er á veg til Ukraina.
- Hjálpin er nú á veg, og hetta kemur at gera mun á hermótinum móti ágangandi russisku krígsførsluni, sigur Antony Blinken.
Ukraina hevur nógv brúk fyri amerikansku vápnaveitingunum, tí ukrainski herurin hevur havt tað trupult á hermótinum seinastu vikurnar.
Á fundinum við amerikanska uttanríkisráðharran, heitti ukrainski forsetin á USA um enn størri hernaðarhjálp, og serliga vísti hann á loftverjuskipanir fyri at verja Kharkiv-regiónina, har russar taka seg fram.
Tað tók amerikansku kongressini fleiri mánaðir at avgreiða stóra hernaðarliga stuðulspakkan til Ukraina í endanum av apríl í ár.
Tað eru tíðindastovurnar, Dagbladet og NTB, sum bera hesi tíðindi seinnapartin í dag.