Steðga á við pumpuskipanini

Prísstøðið í innkomnu tilboðunum liggur so langt frá kostnaðarmetingini, at avgjørt er at steðga á við verkætlanini.

Byggiarbeiðið hevur verið boðið út millum undangóðkendar veitarar, og tilboðini eru komin inn. Ætlað var at fara undir arbeiðið í seinru hálvu í ár.

 

 

 

Nú tilboðini eru innkomin, er tó greitt, at samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina fer at liggja væl omanfyri kostnaðarmeting og heimildina, sum aðalfundurin hevur givið.

 

 

 

Aðalfundurin hevur heimilað Sev at brúka upp til 1,3 mia. kr. til verkætlanina við pumpuskipan í Vestmanna, men nú tilboðini fyriliggja, metir nevndin, at samlaði kostnaðurin fer at liggja um 2,2 mia. kr.

 

 

 

“Vit hava avgjørt at steðga á við verkætlanini” sigur Kári Johansen, nevndarformaður í Sev. “Tað er elbrúkarin, sum rindar kostnaðin, og vit halda ikki, at tað ráðiligt at arbeiða víðari og harvið áleggja brúkaranum at rinda fyri eina so dýra verkætlan”, sigur Kári Johansen.

 

 

 

Endamálið við pumpuskipanini er at fáa meira vindorku til høldar og veita stabilitet til elskipanina, umframt at vera orkugoymsla.

 

 

 

“Vit halda fast við grønu kósina og arbeiða víðari við at finna aðrar loysnir fyri framleiðslu at avloysa oljuna, stabilisering og goymslu”, sigur Kári Johansen.