Tveir dystir vóru leiktir í innleiðandi bólki C í Copa America kappingini í USA í nátt føroyska tíð.
USA tapti rættiliga óvæntað 1-2 (1-1) fyri Panama á Mercedes Benz leikvøllinum í Georgia. Timothy Weah hjá USA fekk reytt kort longu í 18. minutti.
Uruguay vann stórsigur 5-0 (2-0) á Bolivia á MetLife leikvøllinum í New Jersey.
Uruguay-Bolivia 5-0 (2-0)
1-0 Facundo Pellistri ('8 )
2-0 Darwin Nunez ('21 )
3-0 Maximiliano Araujo ('77 )
4-0 Federico Valverde ('81 )
5-0 Rodrigo Bentancur ('89 )
USA-Panama 1-2 (1-1)
1-0 Folarin Balogun ('22 )
1-1 Cesar Blackman ('26 )
1-2 Jose Fajardo ('82 )
Uruguay hevur seks stig. USA og Panama hava trý stig hvør, og Bolivia hevur einki stig.
Sunnukvøldið eru dystirnir í triðja og seinasta umfarinum í bólki C: USA-Uruguay og Bolivia-Panama. Dystirnir byrja klokkan tvey um náttina føroyska tíð.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 5-0 sigrinum hjá Uruguay á Bolivia:
##med2##
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 2-1 sigrinum hjá Panama á USA:
##med3##