Fólk úr fleiri flokkum á nýggjum lista í Havn

Leysasøgur ganga um nýggjan lista til býráðsvalið í Havn, sum helst verður kunngjørdur um vikuskiftið

Rættiliga seiglívaðar leysasøgur vilja vera við, at ein nýggjur listi afturat verður til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.

 

Hóast eingin av teimum fýra býráðslimunum, sum eru farin av listanum hjá Javnaðarflokkinum vilja siga nakað, so vilja leysasøgu vera við, at tey øll fýra stilla upp á einum nýggjum borgaralista, sum verður kunngjørdur um vikuskiftið.

 

Hóast bæði Kári Johansen og Bjørg Dam í síðstu viku avsannaðu, at tey vóru á einum slíkum lista, so bendir nógv á, at tað eru tey kortini. Kári Johansen segði, at hann hevði tikið støðu at skifta til Framsókn, og at tann støðan ikki fór at verða broytt. Men tann støðan helt ikki, tí sambært Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn, so hevur Kári Johansen tikið seg av listanum hjá Framsókn.

 

Bjørg Dam upplýsti, at hon ikki stillaði uppaftur, tí at hon hevði valt at raðfesta øðrvísi. Hon er forkvinna í ADHD felagnum, og tað vildi hon brúka sína orku uppá. Í dag er svar hennara stutt og greitt, at hon einki hevur at siga um tað. Hon vil heldur ikki avsanna, at hon er á einum slíku lista.

 

Tað ljóðar, at talan kanska verður um 17 valevni, sum stilla upp. Har eru fólk, sum áður hava stillað upp fyri Sambandsflokkin og Fólkaflokkin, onnur fólk úr Javnaðarflokkinum og fólk úr tónleikaumhvørvinum í Havn.

 

Fyri at fáa fólk valt í Tórshavnar býráð, so krevjast umleið 875 atkvøður. Tað ber ikki til at siga neyvt, hvat talið er, fyrr enn valið er gjørt upp. Men út frá valunum seinastu 20 árini, so hevur sperrimarkið ligið um 6,3 prosent, sum svarar til einar 875 atkvøður hesaferð.

 

Tá valið verður gjørt upp, so verða atkvøðutølini hjá flokkunum býtt við, 2, 3, 4 osfr. til vit hava tey 13 størstu tølini og harvið teir 13 býráðslimirnar í Tórshavnar býráð.

 

Um vit siga, at tey fýra úr Javnaðarflokkinum stilla upp á einum borgaralista og fáa neyvt sama atkvøðutal, sum tey fingu á listanum hjá Javnaðarflokkinum á seinasta býráðsvali, so gevur tað ein sess í býráðnum – teimum vantar tá 41 atkvøður í at fáa sess nummar tvey við atkvøðutølunum frá seinasta býráðsvali.

 

Spurningurin er so, hvussu sterka uppstilling ein slíkur listi kann fáa. Sum skilst ætla tey at stilla fullan lista upp.

 

Spurningurin er so, um persónligu atkvøðurnar hjá teimum fýra, sum eru vald fyri Javnaðarflokkin, eru so mikið leysar, at tær kunnu flytast á annan lista – ella um tær eru trúgvari ímóti flokkinum.

 

Greitt er, at talan er um eina uppgerð ímóti Heðini Mortensen, sum hevur verið sterki maðurin í Havn seinastu 20 árini, síðani hann kom upp í Javnaðarflokkin í 2004. Hann hevur á øllum valunum síðani havt yvir 2.200 atkøvður og hevur drigið øll tey fýra, sum nú eru farin úr Javnaðarflokkinum, inn í býráðið við sínum persónligu atkvøðum.

 

Higartil er greitt, at 75 fólk stilla upp á teimum listum, sum higartil eru kunngjørdir.

 

Framsókn hevur ikki almannakunngjørt listan enn, men sambært Ruth Vang, forkvinnu í Framsókn, so stilar Súsanna Olsen, sum situr sum varafólk í býráðnum fyri Ruth Vang, upp fyri flokkin. Ruth Vang váttar eisini, at hon og hini fólkini hjá flokkinum í landsstýrinum og á tingi ikki stilla upp.

 

Sambært kommunuvallógini skulu valevnislistarnir vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi kl. 18.00, 3 vikur undan valdegnum – og er tí freistin at lata listar inn til kommunuvalið hesaferð týskvøldið komandi klokkan 18.

 

Tey 75, sum higartil hava eru stillað upp til býráðsavalið í Tórshavnar kommunu, eru:

 

  

Fyri Fólkaflokkin:

 
 

1

 
 

1. Birgir Nielsen, Tórshavn

 
 

2

 
 

2. Jan Vestergaard, Hoyvík

 
 

3

 
 

3. Astrið Breckmann, Tórshavn

 
 

4

 
 

4. Dánial Hansen, Hoyvík

 
 

5

 
 

5. Annfinn Hjelm, Tórshavn

 
 

6

 
 

6. Jessica Cazabon Celibashi, Tórshavn

 
 

7

 
 

7. Niels Jacob Heinesen, Tórshavn

 
 

8

 
 

8. Birita Lamhauge Jóansdóttir, Tórshavn

 
 

9

 
 

9. Høgni Wilhelmsen, Argir

 
 

10

 
 

10. Ronnie Thomassen, Tórshavn

 
 

11

 
 

11. Rúni Hammer, Hoyvík

 
 

12

 
 

12. Bogi í Gil. Tórshavn

 
 

13

 
 

13. Leivur Simonsen

 
 

14

 
 

14. Andreas Thomsen, Tórshavn

 
  

Fyri Sambandsflokkin

 
 

15

 
 

1. Anita Heinesen 

 
 

16

 
 

2. Annfinn Brekkstein 

 
 

17

 
 

3. Arni Carlsen 

 
 

18

 
 

4. Bergun Kass 

 
 

19

 
 

5. Geir Wardum 

 
 

20

 
 

6. Halla Herdalur Poulsen 

 
 

21

 
 

7. Ingvør Skaalum 

 
 

22

 
 

8. Jóhan Petur Johannesen 

 
 

23

 
 

9. Maud Karbech Mouritsen 

 
 

24

 
 

10. Petur Frank Jákupsson Holm 

 
 

25

 
 

11. Pól Flosi Johansen 

 
 

26

 
 

12. Sunnvá Dahl Høgfeldt 

 
 

27

 
 

13. Tummas Rubeksen

 
  

Fyri Javnaðarflokkin

 
 

28

 
 

1. Barbara Djurhuus

 
 

29

 
 

2. Barbara Gaardlykke Apol

 
 

30

 
 

3. Bergur Robert Dam Jensen

 
 

31

 
 

4. Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk

 
 

32

 
 

5. Elin Heðinsdóttir Joensen

 
 

33

 
 

6. Eyðbjørg Hansen

 
 

34

 
 

7. Harald Joensen

 
 

35

 
 

8. Heðin Mortensen

 
 

36

 
 

9. Heri Ólason Dam

 
 

37

 
 

10. Høgni Rasmussen

 
 

38

 
 

11. John av Reyni

 
 

39

 
 

12. Kristianna Winther Poulsen

 
 

40

 
 

13. Magni E. Dalsgaard

 
 

41

 
 

14. Maria Hammer Olsen

 
 

42

 
 

15. Milia Egilsnes Anda

 
 

43

 
 

16. Robert Vilhelmsen

 
 

44

 
 

17. Sára Gullfoss

 
  

Fyri Tjóðveldi

 
 

45

 
 

1. Anja Weyhe

 
 

46

 
 

2. Annita á Fríðriksmørk 

 
 

47

 
 

3. Bergdís Ester Gísladóttir Jensen

 
 

48

 
 

4. Brandur í Dali

 
 

49

 
 

5. Elsa Berg

 
 

50

 
 

6. Gunnar Djurhuus

 
 

51

 
 

7. Heidi Lava Elgeirsdóttir

 
 

52

 
 

8. Hildur Eyðunsdóttir

 
 

53

 
 

9. Jan Klein Olsen

 
 

54

 
 

10. Jón Kragesteen

 
 

55

 
 

11. Liljan Weihe

 
 

56

 
 

12. Mads Andrias Winther 

 
 

57

 
 

13. Mourits Joensen

 
 

58

 
 

14. Ottar í Funningsstovu

 
 

59

 
 

15. Ólavur Jóannesarson Hansen

 
 

60

 
 

16. Rannvá Jakobsen

 
  

Fyri Framsókn (listin ikki klárur enn)

 
 

61

 
 

1. Súsanna Olsen

 
  

Fyri Miðflokkin (listin ikki klárur enn)

 
 

62

 
 

1. Anna Margretha Otthamar, toymisleiðari

 
 

63

 
 

2. Jens Knudsen, tónleikalærari

 
 

64

 
 

3. Jenis av Rana, lækni

 
 

65

 
 

4. Kári Arge Kamminga, arbeiðsmaður

 
 

66

 
 

5. Matilda Sivertsen, kosmetolog

 
 

67

 
 

6. Nikkel Heinesen, námsfrøðingur

 
 

68

 
 

7. Rani A. Skaalum, lærari

 
 

69

 
 

8. Vilhelm Hendrik í Skálanum, sølumaður

 
  

Fyri Borgaralistan:

 
 

70

 
 

1. Katrina í Geil, Tórshavn

 
 

71

 
 

2. Birita Jacobsen, Tórshavn

 
 

72

 
 

3. Turið Jacobsen, Argir

 
 

73

 
 

4. Guttormur í Skála, Tórshavn

 
 

74

 
 

5. Axel McIntosh, Tórshavn

 
 

75

 
 

6. Jóhan E. Simonsen, Tórshavn.