Soleiðis stuðlar tú landsinnsavningini

- Landsinnsavningin er ein møguleiki at savna pening inn til at hjálpa, har neyðin er størst, bæði her heima og úti í heimi, sigur dagligi leiðarin hjá Reyða Krossi Føroya

 

Sunnudagin hin 27. oktober klokkan 19 verður árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya send beineiðis í KvF, og sendingin verður send av Fiskastykkinum í Sandavági. 

Landsinnsavningin er ein møguleiki hjá einstaklingum og fyritøkum at stuðla arbeiðnum hjá Reyða Krossi at hjálpa, har neyðin er størst.  

Í sendingini av Fiskastykkinum verða samrøður og innsløg um hjálpararbeiðið í Føroyum og kring heimin. Her verður eisini undirhald og tónleikaframførslur við eitt nú Beinir, Vágaverk, Guðrið Hansdóttir og Jasmin.

Sigrið Zachariasen, dagligur leiðari hjá Reyða Krossi Føroya, sigur, at tey eru ógvuliga spent til tiltakið, og tey vóna, at innsavningin aftur hesaferð fær dygga undirtøku. 

Longu nú kann stuðul latast til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi Føroya við at fara inn á http://hjalp.fo/ 

 

- Øll, sum ringja á  905656 - ella keypa ein lutaseðil á síðuni hjá okkum - stuðla við 200 krónum, samstundis sum tey eru við í lutakastinum um ein spildurnýggjan Volvo EX30 elbil.

Dagligi leiðarin vísir á, at fyritøkur, feløg, kommunur, stovnar og onnur eru hjartaliga vælkomin at stuðla landsinnsavningini.  

Stuðulin kann - um feløg, fyritøkur og stovnar ynskja tað - verða vístur í rullandi breddanum niðast á skíggjanum í beinleiðis sendingini sunnukvøldið. 

- Tey, sum vilja síggjast á rullandi breddanum, kunnu skráseta seg á www.redcross.fo/fyritokur, sigur Sigrið Zachariasen. 

Les meira um á www.redcross.fo/studla/landsinnsavningin um, hvussu tú kanst hjálpa Reyða Krossi Føroya at hjálpa, har neyðin er størst.

Longu nú ber eisini til at stuðla hjálpararbeiðnum við at flyta pening á hesar kontur – 

* Bank Nordik: 6460 4946954

* Betri: 9181 4950013

* Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776

* Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387

 

Skoytast kann uppí, at tey, sum stuðla við at flyta pengar á eina av hesum kontum, eru ikki við í lutakastinum um bilin.  

Landsinnsavningin er ein møguleiki hjá okkum øllum – fólki og fyritøkum - at savna pening inn til at hjálpa, har neyðin er størst – bæði her heima og úti í heimi. 

- Hjartans tøkk til øll, sum hjálpa Reyða Krossi at hjálpa øðrum, sigur dagligi leiðarin, Sigrið Zachariasen, nú landsinnsavningin verður sunnukvøldið komandi.