Stórur spenningur er um kommunuvalið í Hvalba í ár. Hesa ferð eru nevniliga tveir listar, har annar listin hevur sagt seg vera fyri samanlegging við Tvøroyrar kommunu. Tað eru tí tey, sum síggja valið í Hvalba sum eitt val millum samanlegging ella ikki samanlegging.
Og tað sær út til, at valluttøkan er høg, tí á middegi høvdu longu 133 fólk atkvøtt. Tað svarar til 29,8 prosent og er við brævatkvøðum.
Til seinasta val vóru tað 117, ið høvdu atkvøtt á middegi, sum svarar til 26 prosent.
Haraftrat eru tað fimm færri, sum hava valrætt í ár í mun til seinast.
– Her er spenningur í Hvalba, ja, sigur Súsann Niclasen, valstýrari.
– Seinast var bara tann eini listin, og nú hava vit ein lista, ið er fyri samanlegging, meðan hin ikki er beinleiðis fyri. Tað er nokk tað, man snakkar mest um her, sigur hon og vísir á, at lagið annars er gott á hvalbingum í dag, og tað gongur væl at skipa valið.
Tilsamans hava 445 fólk atkvøðurætt, og í Sandvík velja tey eisini á egnum valstaði í skúlanum.