Støv úr asbesti er lívsvandamikið

Gransking staðfestir, at asbeststøv, sum tú andar í teg í tvær til fýra vikur, kann elva til ólekiliga krabbasjúku.

Andar tú asbeststøv í teg í bert tvær til fýra vikur, kann hetta vera nógmikið til, at tú verður ólekiliga sjúkur av krabbameini. Talið av dønum, sum hvørt ár fáa staðfest krabbameini av hesi orsøk, er heili 400. Eftir fólkatalinum svarar tað til, at umleið fýra føroyingar gerast álvarsliga sjúkir av avbeststøvi um árið. 

 

Ein vísundalig kanning, sum varð almannakunngjørd fyri fáum árum síðan, staðfestir nevniliga, at fólk, sum arbeiða við asbesti og fáa asbeststøv í seg, kunnu gerast fongd við ólekiligum lungnahinnukrabba. Tað er gomul vitan, at asbest er vandamikið, og tí hevur hetta tilfar eisini verið ólógligt í fleiri ár. 

 

Leiðandi yvirlæknin á sjúkrahúsinum í Slagelse í Danmark, Rolf Petersen, sum eisini hevur skrivað vísundaliga grein um evnið, er ovfarin av, at asbest kann gerast deyðiligt eftir so stuttari ávirkan á likamið. Sambært nevndu kanning skal ógvuliga lítið til, áðrenn vandin fyri lungnahinnukrabba veksur. Krabbi í lungnahinnuni er sjáldsom sjúku, men hon er sera álvarsom.

 

Av teimum umleið 400 tilburðunum av krabbameini í Danmark um árið, sum standast av asbesti, er talan um einar 100 tilburðir av lungnahinnukrabba. Yvirlæknin heldur, at tað hevði verið skilagott við einari greining og neyvari kunning um vandan við asbesti, tí asbest er líka sum farið í gloymskuna hjá fólki.

 

Johnni Hansen, sum granskar í arbeiðsumhvørvi og krabbameini fyri Kræftens Bekæmpelse, sigur, at nógvir ungir handverkarar eru ikki greiðir yvir, at gamlir bygningar kunnu vera bjálvaðir við asbesti. Ungu handverkararnir vita ikki, hvussu vandamikið tað er, tí teir vóru børn ella óføddir, tá trupulleikin var nógv frammi í sjeyti-og áttatiárunum.

 

Hann vísir til eina arbeiðsætlan í Pólandi, sum miðjar eftir, at alt asbest skal verða kortlagt og beint burtur fyri ár 2032. Gransking á Aalborg Universitetssjúkrahúsi hevur víst, at eisini fólk í familjuni og sambúgvar hjá asbest-raktum sjúklingum kunnu gerast álvarsliga sjúk.

 

Í Danmark, har tað tað verður goldið fyri eitt nú at brúka vatn, hevur verið spurt, um regnvatn av taki úr asbesti kann brúkast sum drekkivatn. Men, her verður mælt til, at slíkt takvatn ikki verður drukkið.

 

Víst verður á, at tá takpláturnar eru vorðnar gamlar og byrja at molast sundur ella brotna, kunnu spønir í slíkum føri enda í regnvatninum, og tí verður mælt til, at regnvatn av asbesttaki ikki verður endurnýtt sum drekkivatn.

 

Í danskari vegleiðing verður sagt, at eternittplátur, sum eru framleiddar fyri 1984, altíð hava asbest í sær. Hinvegin kann eternitt, sum er framleitt í árunum 1984-1988, hava asbest í sær. Men, eternitt, framleitt eftir 1988, er ikki fongt við asbesti.

 

Grein hevur verið á danskari tíðindasíðu um barnagarð í Billund kommunu, har námsfrøðingar høvdu funnið lutir úr eternitti við asbesti í, tá tey vóru í holt við at veksa um spæliplássið. Úrslitið varð, at nevnda økið í barnagarðinum varð avbyrgt, meðan kanningar skuldu gerast.

 

Men, eitt er so, hvat liggur í jørðini, og hvat vit hava á takinum, nú vanligt er, at tøk og partvís húsaklædningar kunnu vera úr eternitti.

 

Tey, sum gingu í haganum - eisini í føroysku náttúruni - plagdu í sínari tíð at síggja beru eternittrørini stinga undan moldini, og tað var og er partvís framvegis úr hesum rørum, at vit í Føroyum fingu okkara drekkivatn.

 

Tað eru longu fleiri ár síðan, at danska Umhvørvisstýrið umhugsaði at gera eina kanning sum ætlandi skuldi staðfesta, um gomlu vatnrørini í Danmark eru ein heilsuvandi. Gomlu rørini, sum eitt nú drekkivatn rennur ígjøgnum, eru nevniliga úr eternitti við asbesti í.

 

Kanningin skuldi vísa, um tað møguliga loysna asbestfiprur innan úr hesum rørum, sum síðan um drekkivatnið enda í menniskjum. Tað var í sínari tíð Dansk Eternitfabrik í Aalborg sum framleiddi hesi rør, og bara í Aalborg vóru 200 kilometrar av tilsamans 600 kilometrum av vatnrørum úr hesum tilfari.

 

Men, tað er ikki bara í Aalborg, at hesi rør eru brúkt. Tey eru nevniliga brúkt um alt Danmark og í øðrum londum eisini, eitt nú í Føroyum, her drekkivatn framvegis rennur gjøgnum gomul eternittrør.

 

Við tað, at danir bora gjøgnum kálk fyri at fáa vatnið upp, er møguleiki fyri, at fiprur úr asbesti í vatninum verða ”kapslaðar” við kálki inni í rørunum og tí kanska gerast minni skaðiligar í drekkivatninum av hesi orsøk. Hinvegin eru tað ikki smápengar, sum tað hevði kostað at tikið øll eternittrør upp og lagt onnur ístaðin.

 

Tí eru tað kommunur, sum hava skift ein part av slíkum rørum út um árið.

 

Í 1920-unum og 1930-unum vórðu rør úr stoypijarni brúkt til vatnleiðingar, og eternittrørini komu serliga í fimmti-og sekstiárunum. Spurningurin hevur verið, um vandin við at drekka vatn, sum rennur gjøgnum eternittrør, stendur mát við kostnaðin av at skifta gomlu rørini út.

 

Øll vita í dag, at asbest kann vera lívsvandamikið, um tað sleppur inn í likamið um andarásina, men spurningurin er, hvør støðan er, um asbestfiprur eru í drekkivatninum. Norskar kanningar hava víst, at mikroskopiskar restir av asbestfiprum eru í drekkivatni, sum rennur í nevndu rørum. Men, talan er eftir øllum at døma um so smáar nøgdir, at ivasamt er, um tær yvirhøvur kunnu hava nakran týdning fyri heilsuna.

Keldur: Jyllands-posten.dk/ Ing.dk (Ingeniøren)