Orsakað av nógvum vatni eftir Vørðuvegi í Hósvík hevur sløkkiliðið staðsett sekkir fyri at leiða vatnið burtur av vegnum.
– Øll hús omanfyri Vørðuveg 4 verða biðin um at koyra eftir Áarvegi. Verið ansin, tí har er nógv vatn á vegnum, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni í kvøld.
Øll óneyðug koyring verður frárátt.
– Fáa borgarar avbjóðingar yvir kvøldið og náttina, verða tit vinarliga biðin um at boða frá skjótast hjá politinum á tlf. 351448, siga tey úr Sunda kommunu.
– Heitt verður á fólk, um ikki at koyra óneyðugt í kvøld. Ansið eftir tykkum, nú náttúrukreftirnar veruliga vísa seg.
Sí myndirnar frá Sunda.fo:
##med2##
##med3##