Barry Wilmore og Sunita Williams áttu at verið heima aftur á jørðini fyri langari tíð síðani.
Tey komu til rúmdarstøðina í juni, har tey skuldu vera í átta dagar. Men sambært amerikansku rúmdarfyrisitingini, NASA, koma tey ikki heimaftur fyrr enn í fyrsta lagi í mars.
Jólaborðhaldið var tí langtíðarhaldabarur matur saman við við starvsfeløgunum Nick Hague og Donald Pettit, sum komu í september.
- Frítíðin snýr seg um at vera saman við vinum og familju. Í ár eru vit í ringrás langt burtur frá teimum, so vit ynskja tykkum eini gleðilig jól og vóna, at tit hava tað fantastiskt, sigur Nick Hague í felags jólaheilsan frá teimum fýra, sambært Sky News.
/Ritzau/