Stygdi likkur burtur við luftbyrsu

- Her var einki at stúra fyri, ei heldur nakað ólógligt, og maðurin hevði heldur ikki skotið nakra likku, sigur løgreglan.

Í gjár fekk løgreglan eina heldur øðrvísi uppgávu á Toftum.

 

- Tað var onkur, sum ringdi og segði, at tey hildu seg síggja ein mann við einari byrsu í einum bili, sum minti um ein traktor.

 

Hetta var sambært løgregluni á havnalagnum á Toftum.

 

- Vit fóru á staðið at kanna málið, men her var einki at stúra fyri. Tað vísti seg, at talan var um ein mann, sum sat við einari luftbyrsu. 

 

Sambært løgregluni segði maðurin, at hann royndi at styggja likkur burtur úr økinum.

 

- Her var einki ólógligt, og maðurin hevði heldur ikki skotið nakra likku, visti vaktleiðarin at siga í morgun.