Summarkvøld við Toftavatn

Mánakvøldið 8. juli kl. 18 er tiltakið summarkvøld við Toftavatn aftur á skrá.

 

Summarkvøld við Toftavatn er eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið Nes og Runavíkar kommunur eru felags um.

 

Farið verður avstað av tveimum støðum kl. 17.50: frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði. Í ár hugleiðir Alfred Olsen, fyrverandi løgtingsmaður. Dania O. Tausen syngur.

 

Talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har matur og okkurt at drekka verða at fáa ókeypis.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin, skriva Nes og Runavíkar kommunur í tíðindaskrivi.