Suni Herman Petersen er aftur í barndómsfelagnum B71, eftir eitt ár í útlegd í EB/Streymi. Tað boðaði felagið frá í gjár.
- Tað var ikki bert reyp, tá felagið meldaði greitt út eftir síðsta dyst, at málið var uppflyting komandi ár. Bulurin á liðnum skuldi tryggjast og nú byrja leikarar so smátt at leggjast afturat. Í hesum førinum er talan tó um leikara, ið er uppvaksin í felagnum og hevur verið eitt ár úti og roynt seg, skrivar B71 og leggur afturat:
- Suni Herman Petersen úr Skálavík hevur verið ein túr norðuri í EB/Streymi og gjørt sær royndirnar í Betri deildini, men hugurin var góður at koma aftur at tryggja barndómsfelagnum sæti í bestu deildini, har vit hoyra heima.
Avtala er nú komin í hús og skjótt 20 ára gamli skálvíkingurin fer komandi ár at tríva í gult og blátt.
- Hóast ungan aldur, so hevur maðurin fitt av royndum: 54 dystir við besta liðnum hjá B71, umframt 23 dystir í Betri deildini farna kappingarár við EB/Streymi.
B71 var í harðari kapping um at flyta upp líka til seinasta umfar í fjør, men tað endaði við einum 4. plássi.