Í januar flytir Tabletop Suðuroy í nýggj hølir í Vági - hetta fyri at betri kunna folda sjeg út og bjóða tað fram, sum arbeitt verður fram ímóti.
Hetta skrivar Vágs kommuna á vagur.fo.
Seinastu mánaðirnar hevur Tabletop Suðuroy hildið til í hølunum hjá Skótafelagnum Royndin í Vági, har virksemið serliga hevur snúð sjeg um borðspælið Warhammer 40.000. Men nú hava stigtakararnir Sammi Djurhuus, Louis Herason og Magnus Mørk Hjelm fingið nýggj og størri hølir til virksemið. Nýggju hølini eru á Bøgøtu 3, har elhandilin hjá Gudmund Larsen áður helt til.
-Hetta hava okur fingið atgongd til nú, takka verið Vágs Kommunu.
-Higartil hava okur fyri tað mesta spælt og lært onnur at spæla Warhammer, men nú ynskja okur at víðka um møguleikarnar og útboð av borðspølum v.m. Hetta verður gjørt saman við høvuðsfelagið okra, Tabletop Føroyar, sum eru ein aktivur viðspælari og góður stuðul í arbeiði okra.
-Okur vilja víðka um og bjóða fram fleiri fjølbroyttar spæl møguleikar, hvørt tað er borðspøl, rolluspøl, samlukortspøl ella miniaturspøl.
Tabletop Suðuroy leitar eftir bæði nýggjum limum og ábyrgdarum, sum hava áhuga byggja uppá virksemi hjá Tabletop. Meira sæst um hetta á vagur.fo.