Tað er lítil trolveiða undir Føroyum í løtuni

Trý partrolarapør eru til fiskiskap. Eingin djúpvatnstrolari er úti, og allir teir smáu trolbátarnir liggja.

Tað er rættiiga lítil trolveiða undir Føroyum í løtuni, og bara trý partrolarapør eru til fiskiskap.

 

- Helst fara nøkur pør út aftrat, tá veðrið batnar. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er misjavnur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at allir djúpvatnstrolararnir liggja, og tað gera teir smáu trolbátarnir eisini.

 

Hinvegin fiska tvey garnaskip svartkalva, og eitt fiskar havtasku.

 

- Fiskiskapurin eftir svartkalva er brúkiligur, men hann er smáligur eftir havtasku.

 

Helst landa bæði svartkalvaskipini í næstu viku, men skipið, sum fiskar havtasku, landar neyvan fyrr enn í aðru viku.