1.deild: TB er stórur favorittur móti FC Hoyvík

Her eru oddsini upp á dystin FC Hoyvík-TB

Seinnapartin klokkan 16.15 verður seinasta umfarið leikt í 1. deild. 

 

Tað er hørð kapprenning millum TB og B71 um at fylgja FC Suðuroy upp í Betrideildina. TB sum spælir móti FC Hoyvík á Hoyvíksvøllinum hevur 42 stig, B71 sum spælir móti KÍ í Klaksvík hevur 41 stig, og so er tað B36 2 sum hevur 41 stig. B36 møtir deildarvinnaranum, Víkingi á útivølli í Sarpugerði.

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystunum FC Hoyvík-TB og KÍ-B71. 

 

Altjóða veddingarfyritøkur hava odds upp á dystin millum FC Hoyvík og TB. 

 

29. juni leiktu liðini javnt 1-1 á Hoyvíksvøllinum. 7. apríl vann TB 3-0 á FC Hoyvík við Stórá í Trongisvági. Hóast teir eru fluttir niður í 2. deild, so hava hoyvíkingar í teimum seinastu 10 dystunum megna tveir sigrar og fimm javnleikir.

 

TB er tó stórur favorittur hjá veddingarfyritøkunum. 

 

Miðaloddsini fyri heimasigur til FC Hoyvík eru so høg sum 9,84.

 

Miðaloddsini fyri javnleiki, ið TB ikki kann brúka til nakað um B71 vinnur á KÍ eru 6,27.

 

Miðaloddsini fyri útisigur til TB eru so lág sum 1,19.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##