Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel tóku í dag móti Bergischer í Wunderino høllini í Kiel í dysti í týsku bundesliguni.
Fjórða dystin á rað eydnaðist tað Kiel at vinna í bundesliguni, og hava teir fingið vent vánaligu gongdini.
Í dag gjørdist talan um trivaligan 39-30 sigur til Kiel, ið var á odda 21-13 í steðginum.
Elias skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir, og hann var eisini noteraður fyri eitt upplegg til mál.
Kiel er nummar fimm í bundesliguni við 20 stigum, fimm stig aftanfyri Magdeburg og liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin sum eru fremst við 25 stigum hvør.
Füchse Berlin vann fríggjakvøldið 36-30 (18-15) á HSG Wetzlar á útivølli.
Füchse Berlin spælir komandi týskvøld klokkan 19.45 dyst móti bosniska liðnum, Izvidac í EHF European League.
Komandi mikudag klokkan 17.45 tekur Kiel móti Kolstad í Champions League.