Á ÍtróttaFAGNAÐINUM hjá ÍSF verður stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, viðurkent við heiðurslønini Felagsskapurin 2024. Her ber til at skjóta upp eitt vælvirkandi felag ella samband, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.
Dartsamband Føroya, Ternan og Hósvíkar Róðrarfelag eru í uppskoti til viðurslønina ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2024, sum verður latin á ÍtróttaFAGNAÐINUM í Løkshøll leygarkvøldið 1. Februar.
Dartsamband Føroya
Í 2012 tóku nakrar eldsálir seg saman og endurstovnaðu Dartsamband Føroya, eftir at ítróttin hevði ligið í dvala í nøkur ár. Leiðin hesi árini er merkisverd – frá at dart var dottið niðurfyri til at tað í dag eru 10 virkin feløg við sløkum 200 virknum leikarum. Dart er nú góðkend ítróttagrein undir ÍSF og Føroyar eru vorðnar limur í World Darts Federation.
Samanhaldið millum feløg og leikarar er gott og virksemið er stórt – útvið 40 kappingar árliga bæði í einmansleiki, tvímansleiki, blandaðum tvímansleiki og ein liðkapping. Hartil eru ungdómskappingar, tí dart er ein vaksandi ítróttargrein, og tað legst serliga afturat við ungum leikarum.
Hóast tað er eitt lítið samband, er tað sera virkið, og landsliðini hava verið við til EM, HM og Norðurlendska meistaraheitið seinastu árini. Árliga verða eisini túrar gjørdir til stórar kappingar uttanlands, umframt at Dartsambandið eisini hevur fingið sína egnu altjóða góðkendu kapping til Føroyar.
Á altjóða støði er menningin eisini eyðsýnd. Seinnu árini hava sonevndar bronsukappingar verið hildnar í Føroyum, men í 2025 verður Tórshavn Open uppstigað til silvurkapping. Tað merkir, at flestu av allarbestu leikarunum koma til Føroya í apríl.
Dartsamband Føroya hevur somuleiðis æruna av at skipa fyri EM í 2026. Hetta er ein risakapping, har umleið 500 fólk væntast at koma til Føroya.
Fyri sítt stóra arbeiði – frá at endurstovna dartítróttina til at standa seg so væl altjóða, eins og tryggja støðuga tilgongd av ungum leikarum – verður Dartsamband Føroya tilnevnt til Ársins ítróttafelagsskap 2024.
***
Ternan:
Í flogbóltsfelagnum Ternuni á Toftum hevur tilgongdin seinastu verið metstór, tí felagið er merkt av opnum og inkluderandi hugburði. Málið er at gera flogbólt til eina ítrótt fyri øll – bæði børn og vaksin.
Breidd og trivnaður verða raðfest høgt, og øll kunnu luttaka og menna seg í felagnum. Eitt ábyrgdarfólk er knýtt at hvørjum liði fyri at skipa fyri felags kappingum og sosialum tiltøkum sum at eta og hugna sær saman. Hetta leggur lunnar undir gott samanhald og ger, at leikarar, venjarar og sjálvboðin kenna seg sum ein virknan part av einum góðum felagsskapi.
Hóast felagið er eitt av nýggjaru feløgunum í Føroyum og bara hevur virkað í knøpp 15 ár, hevur tað kortini 180 limir og lið í flestu deildunum – eisini bestu deildini hjá kvinnum og monnum.
Felagið leggur stóran dent á at styrkja ungdómsarbeiðið við góðum venjarum og umstøðum, og seinasta kappingarár vinnu fleiri av ungdómsliðunum heiðursmerki. Eisini hevur verið boð eftir leikarum í landsliðshøpi.
Sjálvt tey, ið eru yngri enn 6 ár, kunnu ganga til familjuflogbólt saman við foreldrunum.
Felagið er væl skipað og kappingarárið er lagt væl til rættis - bæði tá tað kemur til dómarar, fólk at skriva upp, gera klárt osfr. Leikarar døma regluliga, tá onnur lið spæla, tí hetta styrkir felagskensluna og er eisini ein menning í sær sjálvum.
Flogbótsfelagið Ternan sameinir trivnað, samanhald og góðan ítróttaranda í øllum sínum virksemi. Tí hevur tað uppiborið heiðurin sum Ársins felagsskapur 2024.
***
Hósvíkar Róðrarfelag:
HVR hevur seinastu árini ment seg til eitt vælvirkandi felag við stórum stuðli frá fólkinum í Hósvík og í Sundalagnum annars.
Ungu nevndarlimirnir hava skarað framúr við ótroyttiligum arbeiði fyri at varðveita felagsandan og áhugan hjá rógvarum, sjálvbodnum, foreldrum og fjepparum. Tey syrgja fyri, at karmarnir eru góðir, og tey duga væl at fjálga um sjálvbodnu fjøldina, so at felagslívið í neystinum og róðrarumhvørvinum er sterkt og gott. Tvey trivnaðarumboð taka sær av ungu manningunum og samskiftinum við foreldrini.
Lítla felagið hevur eina samansjóðandi ávirkan á alt Sundalagið, tí rógvarar úr nógvum ymsum bygdum manna bátarnar í Hósvík. Og HVR møtir fjølment til allar kappingar. Seinastu árini hevur felagið havt fleiri manningar til FM-róðurin - í 2024 heili sjey í tali - og á hvørjum ári er felagið við í FM-stríðnum.
Harumframt hevur felagið verið væl mannað til kappingar í inniróðri, og rógvarar hava vunnið bæði føroysk, donsk, europeisk og heimsmeistaraheiti.
At felagið hevur stóra undirtøku sæst á stóru sjálvbodnu fjøldini. Hon ger mat, ger reint, heldur bátar og neyst við líka, og ár undan ári hjálpir hon felagnum við árligu regattasiglingini, nýggjárs- og føstulávintshaldi, sundalagsstevnu 3. hvørt ár – fyri ikki at tosa um at stuðla og leggja lag á hjá teimum ungu, sum eru virkin í HVR.
Limagaldið er eitt tað lægsta í landinum, tí virksemið hvílir á sjálvbodnum arbeiði. Tað ber bara til í einum sterkum og góðum felagsskapi. Við hesum grundgevingum verður HVR tilnevnt til Ársins Felagsskap 2024.
ÍtróttaFAGNAÐURIN 2024 verður í Løkshøll leygarkvøldið 1. februar og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.