Fýra av heimsins størstu tøknifyritøkum hava í dag handað eina virkisætlan fyri norðurlendsku løgmálaráðharrarnar.
Ætlanin umboðar eitt "lítið" stig móti, at Google, Meta, Snapchat og TikTok taka meira ábyrgd av at fyribyrgja brotsverk og ólógligt innihald á teirra pallum.
Tað sigur løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard (S), á tíðindafundi mánadagin saman við sínum ráðharrafelagum úr Svøríki, Noregi og Føroyum.
– Vit vænta, at fyritøkurnar taka ábyrgd av, at teirra pallur ikki er gróðrarstøð fyri kriminaliteti, sigur hann.
Ráðharrarnir hava áður havt fund við feløgini, sum nú eru komin aftur við lyftum um ítøkiligari tiltøk.
Peter Hummelgaard varpar ljós á tvey átøk, sum feløgini hava sett ráðharrarnar í perspektiv.
Eitt er, at tey fara at økja um nýtsluna av vitlíki til at skanna innihaldið.
##med2##
– Tey verða enn betri til at skanna eftir øllum tí slagnum av innihaldi, sum antin kann eggja til kriminalitet, ella sum liggur beint á markinum til ikki at vera ólógligt, men í øllum førum eggjar til okkurt ólógligt, sigur Peter Hummelgaard.
Næsta stigið er, at tey fara at royna at stilla sínar algoritmur, soleiðis at tey stýra brúkarunum burtur frá hesum slagnum av innihaldi.
Men tað er langt frá nóg mikið hjá ráðharrunum at vera nøgdir.
– Vit hava brúk fyri fleiri ítøkiligum tiltøkum. Tí tað skal ruddast upp, sigur Peter Hummelgaard.
Tað er eitt mark fyri, hvat ein tjóð kann gera fyri at regulera tøknifyritøkurnar handan sosialu miðlarnar.
Ábyrgdin liggur í stóran mun hjá ES, sum danska stjórnin hevur noyðst at sanna fleiri ferðir, tá tey hava roynt at lagt eina harða linju mótvegis sosialu miðlunum.
– Hesir tøknirisarnir hava meira vald enn so at siga flestu tjóðarríki í heiminum, eisini hvørt av okkara einstøku tjóðarríkjum her. Tí hava vit valt at standa saman í Norðurlondum.
Peter Hummelgaard ásannar, at talan í stóran mun er um eitt ES-politiskt mál.
Tí vil hann brúka formansskapin hjá Danmark í ES næsta ár til at seta trupulleikan á dagsskránna.
##med3##
/Ritzau/