– ein heilsan frá Kórsambandi Føroya:
Hansara tónleikur frá 1970’inum bóru boð um eina nýggja tíð og aðrar tónar enn fólk vóru von við.
Pauli varð føddur 28. januar 1955 í Havn. Hann tók læraraútbúgving frá Jonstrup Seminarium og Føroya læraraskúla og var í Nógv ár lærari í Eysturskúlanum. Tað var eisini í Eysturskúlanum at Gentukórið varð stovnað fyrst í 80’inum. Kórið menti seg nógv og varð saman við gentukórinum í Fuglafirði at rokna sum eitt ótrúligt framstig fyri kórsang í Føroyum. Fyrst í 90’inum bleiv kórið betur kent sum Cantabile og var til tíðir broytt til blandað kór.
Føroyskur tóni
“Tað upprunaliga ljóðið í traditionellum føroyskum sangi hevur givið tónaskaldinum íblástur. Vit skula leita aftur í tíð, aftur til ljóðið sum myndaði tað andaliga og tað vertsliga lívið hjá teimum, sum í Føroyum búðu.” Soleiðis stendur skrivað um tónleikin hjá Paula í Sandagerði á húsanum til fløguna Tonglabeiggi, sum kom út í 1998 (mín umseting úr enskum). Men hvørjir lutir í føroyskum andaligum og verðsligum sangi, hava ávirkað tónleikin hjá Paula? Ímyndin av einum serligum føroyskum tóna, eisini í nútíðar tónleiki, hevur í Føroyum eins og aðrastani útgangsstøði í eini hugsan um, at tað er ein ella annar samanhangur millum tann nýggjari tónleikin og tann siðbundna føroyska tónleikin. Tann føroyski tónin og harvið eisini tann nýggi føroyski tónleikurin skal onkursvegna innihalda somu autentisku drøg, sum vit halda, at kvæðini og sálmasangurin innihalda. Brúkið hjá Paula í Sandagerði av fólkatónleikaligum drøgum muga sigast at byggja á eina individuella tulking. Tí er ikki lætt at ávísa ein beinleiðis samanhang millum føroysk fólka- og/ella kirkjutónleikalig drøg og tónleikin hjá Paula. At flestu løg og melodilinjur hjá Paula eru í moltónart, kann tykjast merkisvert og er tað kanska her at ein lutur til at skilja samanhangin millum ljóðið í traditionellum føroyskum sangi og tónleikinum hjá Paula liggur.
Tónleikurin úr Sandagerði
At Pauli longu tíðliga í sínum tónleiki fer frá einfaldu strofisku kompositiónini til gjøgnumkomponeraðu kompositiónir meti eg at verða ein beinleiðis ávirkan frá Holmboe. Fleiri dømi eru um at Pauli leitar sær íblástur frá Holmboe tá um satsbygnaða ræður. Líkheit er til dømis at síggja í formi og bygnaði í Øens kirkegård hjá Holmboe og frálíka Heystkvøld í Havn hjá Paula. Men tónleikurin hjá Paula í Sandagerði ber frá fyrsta degi brá av orginaliteti. Melodiurin er berandi element í tónleikinum. Eg haldi, at tað melodiska uppfinningarsemið, sum vit síggja í tónleikinum hjá Paula, ikki finnur sín líka í Føroyum. Í fyrstu sangunum, sum vóru skrivaði í 1970’inum liggur melodiurin oftast í sopranrøddini, men í seinni verkunum kemur melodiska hugflogi hjá tónaskaldinum fram í øllum røddum. Somuleiðis kann ein persónlig kompositorisk menning hómast; frá einfaldum sangum til kompleksar kompositiónir. Tónaskaldið flytir seg, so at siga, frá fólksligum kórsangi (t.d. Á Grækarismessu 1978) til meira kompleksan listarligan tónleik (t.d.Goymi eg minni 1989).
Tó at Pauli nógvu seinastu árini hevur búð og virka í Danmark, so vitjar hann ofta heim til Føroyar at framføra tónleik. Seinast í november í fjør tá verkið Dropi er tú – ein sangur um lívið, varð framført í Løkshøll.
Vónin er at Pauli framhaldandi fer at skriva tónleik og at kór í Føroyum eisini framføra hansara tónleik.
Vegna Kórsamband Føroya vil eg ynskja tær hjartaliga til lukku á føðingardegnum
Leif Hansen
##med2##
##med3##
##med4##