Tonny byggir fleiri heim á bygd

Maðurin til vinstru á myndini eitur Tonny. Hann er Eiðismaður og tjóðskaparmaður, men hann er eisini stjóri í einari byggifyritøku.


Í løtuni byggja teir millum annað 7 raðhús/íbúðir á Kolshjalla á Eiði, men hendan verkætlanin er tíverri eitt av undantøkunum. Nógvastaðni aftra fólk seg nevniliga við at fara undir bygging aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum.


Ofta er til dømis torført at fáa fígging, bæði hjá fyritøkum og privatfólkum, sum ynskja at byggja. Hetta er ein avbjóðing, tí tað má vera ein rættur, og ikki bara ein dreymur, at hava eitt heim.


Bústaðir skulu heilt vist vera meira aktiv í bygging á bygd, men Tjóðveldi mælir eisini til, at kommunur fáa heimild at byggja almannagagnligar bústaðir, og at Bústaðir skulu kunna vera við at veita trygd, tá privatfólk einsamøll ella saman við øðrum, byggja úti um landið.


X við E

X við Eirik