Brian Thompson, sum stóð á odda fyri tryggingardeildini hjá United Healthcare, varð skotin uttanfyri hotellið á Manhattan í New York, har felagið helt fund við íleggjarar.
Hetta siga tvær keldur, sum vita um hendingina at siga.
- Fundurin við íleggjarar varð avblástur fyri tíð, tá tað frættist um tað, sum er hent, sigur umsitingarstjórin í felagnum, Andrew Witty.
Sagt verður, at skottilburðurin fór fram uttan fyri New York Hotel Midtown tíðliga í morgun.
- Brian Thompson varð fluttur á sjúkrahús, men tað eydnaðist ikki at bjarga lívi hansara, veit netsíðan, Pix 11, at siga.
Fyrrapartin í dag varð eingin handtikin í samband við drápið.
United Healthcare selur heilsu-og tryggingartænastur í 130 londum kring heimin.
Samtakið hevur sambært virðisbrævamarknaðinum eitt samlað virðið á 557 milliardir dollarar, vita útlendskar tíðindastovur at siga í dag.