Hetta er tann tíðin, tá vegirnir kunnu gerast rættiliga hálir á morgni, tá luftin er køld, og hitastigini kanska detta niður móti 3-4 stigum.
Gjáramorgunin gjørdist tað rættiliga hált í støðum, og hetta fingu tveir bilførarar í ávikavist Norðurstreymoy og í Eysturoy at sanna.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn veit í morgun at siga, at ein bilur fór út av vegnum á leiðini millum Streymnes og brúnna við Streymin.
- Vit fingu fráboðanina klokkan 08.34. Hetta var ein bilførari, sum var á veg suðureftir. Bilurin fór út av í høgru síðu og gjørdist vrak.
Tíbetur kom bilførarin óskalaður frá hendingini. Løgreglan sigur, at her var so hált á vegnum, at saltbilur noyddist á staðið at salta.
Gjáramorgunin hendi eisini eitt ferðsluóhapp við Ljósá í Eysturoy, og her var sama søgan, at tað var so hált sum á kalvabaki.
- Vit fingu hesa fráboðan klokkan 10.46. Bilførarin var á veg norðureftir og fór út av í høgru síðu á vegnum.
Vaktleiðarin sigur í morgun, at bilurin, sum fór út av við Ljósá, gjørdist eisini vrak, men heldur ikki í hesum førinum var nakar persónsskaði.
- Vit heita á bilførarar, sum fara út at koyra slíkar morgnar, nú útlit kunnu vera til svarthálku, um at vera árvaknar og taka neyðug atlit, sigur løgreglan.