Týska stjórnin fer nú at lata enn eina Patriot-loftverjuskipan til Ukraina.
Tað upplýsir týska verjumálaráðið í dag. Loftverjuskipanin verður latin beinanvegin.
Týskland hevur áður latið Patriot-verjuskipanir til Ukraina.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, takkar týska kanslaranum, Olaf Scholz, fyri veitingina.
Forsetin sigur, at skipanin kemur í einari truplari tíð hjá Ukraina.