Týskland stuðlar Ísrael móti Hamas og Hizbollah

- Vit mugu syrgja fyri, at Ísrael er ført fyri at verja seg, segði týski kanslarin, Olaf Scholz, í týska tjóðartinginum í dag.

 

Týski kanslarin, Olaf Scholz, gevur nú lyfti um, at Týskland fer at lata Ísrael fleiri vápnaveitingar í stríðnum móti Hamas og Hizbollah.

 

- Tað eru veitingar, og tað fara altíð at koma veitingar. Tað kann Ísrael hava álit á, segði kanslarin í týska tjóðartinginum í dag.

 

Hetta veit tíðindastovan NTB at siga.

 

Týskland hevur økt um vápnaveitingarnar til Ísraels síðan august.

 

Seinastu átta vikurnar hevur týska stjórnin góðkent útflutning av hernaðarútgerð og lóðuri til Ísrael fyri 31 milliónir evrur.

 

- Vit mugu syrgja fyri, at Ísrael er ført fyri at verja seg, legði týski kanslarin dent á í sínari røðu.

 

Hann legði aftrat, at tørvur er á humaniterari hjálp til sivilfólk í Gazageiranum, og at fólkarætturin skal virðast í stríðnum í Miðeystri.