U17: Spennandi avbjóðing í Moldova

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum hevur úttikið hópin, sum frá 14. til 21. mai skal taka lut í UEFA menningarkapping í Moldova, skrivar Fótbóltssambandið

Halla Morgan Ejdesgaard úr FC Hoyvík verður við, tá U17 genturnar í komandi mánað fara til UEFA menningarkapping í Moldova - Mynd: Bjarni Enghamar

Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við gentum hevur úttikið hópin, sum frá 14. til 21. mai skal taka lut í UEFA menningarkapping í Moldova, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Moldova, Litava og Rumenia vera føroysku mótstøðulondini, tá U17-landsliðið við gentum í næstum skal taka lut í UEFA menningarkapping, sum verður í Moldova frá 14. til 21. mai.

 

Eyðvør Jakobsen er venjari hjá U17-gentunum, og saman við hjálparvenjaranum, Gert Hansen, hevur hon nú úttikið tær 18, ið skulu umboða Føroyar í Moldova í mai. Áðrenn fráferð eru tríggjar venjingar á skránni. Tvær vera á Tórsvølli, mikudagin 1. og hósdagin 9. mai, meðan tann triðja verður á vøllin á Dungasandi í Sørvági týsdagin 14. mai.

 

Hópurin:

 

Hanna Ellefsen, BSF (Danmark)

 

Valbjørg Davidsen, B68

 

Sissel K. Mørkøre, EB/Streymur

 

Halla M. Ejdesgaard, FC Hoyvík

 

Tóra Vatnhamar Olsen, HB

 

Karla Sjóstein, KÍ

 

Ranja Joensen, KÍ

 

Eyðna Gaard, KÍ

 

Margreta í Buð, KÍ

 

Kára Sigurðsson, KÍ

 

Durita Vón Vidtfeldt, MB

 

Sara Benjaminsen, Skála

 

Ranja Petersen, Skála

 

Hansina Nesá, Víkingur

 

Reima Isaksen, Víkingur

 

Fríða Lamhauge, Víkingur

 

Bjørk Akselsen, 07 Vestur

 

Eydna Zakarisdóttir, 07 Vestur

 

Skráin:

 

16. mai Moldova – Føroyar

 

18. mai Føroyar – Litava

 

20. mai Føroyar – Rumenia

 

Allir dystirnir verða spældir á Zimbru 2 Stadion í moldoviska høvuðsstaðnum, Chisinau.

 

Halla Morgan Ejdesgaard úr FC Hoyvík verður við, tá U17 genturnar í komandi mánað fara til UEFA menningarkapping í Moldova - Mynd: Bjarni Enghamar