Kappingin hjá U19 monnunum í flogbólti er skipað nakað øðrvísi enn hjá kvinnunum, tí einans fimm lið eru við í mannskappingini, skrivar Flogbóltssambandið. Hetta merkir, at mennirnir í innleiðandi bólkinum spæla ein dyst ímóti hvørjum av hinum liðunum. Nummar 1 og nummar 2 í innleiðandi bólkinum spæla síðani finalu sunnudagin kl. 17.00. Bronsudysturin ímillum nr. 3 og nr. 4 verður sunnudagin kl. 13.00.
Føroyska U19 liðið leggur fyri í dag kl. 13.00 ímóti Svøríki. Kl. 19.00 spæla teir ímóti Onglandi. Somu tíðir leygardagin spæla Føroyar ímóti avikavist Íslandi og Danmark.
Bulurin í føroyska liðunum eru spælarar, sum nú í fleiri ár hava myndað U17 og U19 landsliðini. Samstundis eru hetta spælarar, sum eru fastir fúsir og berandi kreftir í heimligu kappingini. Hartil eru talan um einstakan spælara, sum telist millum bestu libero í tí nakað sterkaru bestu donsku deildini. Fleiri av hesum hava eisini leikt fleiri A-landsdystir.
Hesir spælararnir hava nú ein sovorðnan aldur, at hendan kappingini verður teirra síðsta U19 kapping. Talan er um spælarar sum Filip og Vuk Ilic, Silas Poulsen, Elias Ellingsgaard Petersen, Tóki í Haradsstovu og Árni Lamhauge
Styrkin millum hesar spælararnar ger, at føroyski landsliðsvenjarin, Boban Ilic, í hesi kappingini miðjar eftir at fáa heiðursmerki, skrivar Flogbóltssambandið.