Ukrainskir hermenn taka seg aftur

Á minst trimum støðum á hermótinum í Eysturukraina hava ukrainskir hermenn verið noyddir at tikið seg aftur.

 

Verjustjórin hjá Ukraina, Olesandr. Syrskyj, boðar frá ukrainskari afturgongd. Her sæst hann í januar í eini samrøðu við Reuters. (Arkivfoto). - Foto: Valentyn Ogirenko/Reuters

Tað er orskað av eini »versnandi« hernaðarligari støðu.

Soleiðis vóru boðini í dag frá ukrainska verjustjóranum, Olaksandr. Syrskyj, í eini dagførin á sosialum miðlum.

Russiskar deildir hava í eina tíð tikið seg fram har eysturi.

Stríðið stendur nærindis Tjasiv Jar og í ein landnyrðing úr Avdijivka, sum russiskar deildir tóku í februar.

Í síðstu viku setti amerikanski forsetin, Joe Biden, undirskrift sína á ein lógarpakka, sum millum annað tryggjaði yvir 400 milliardir krónur í hernaðarhjálp til Ukraina.

/ritzau/

 

 

Verjustjórin hjá Ukraina, Olesandr. Syrskyj, boðar frá ukrainskari afturgongd. Her sæst hann í januar í eini samrøðu við Reuters. (Arkivfoto). - Foto: Valentyn Ogirenko/Reuters