Ungar og vónríkar familjur seta búgv

- Tað er hugvekjandi, at vit eiga fólk við áræði og kærleika til bygdina - fólk, sum velja at byggja sær heim á hesum staði

Í kalda og illfýsna veðrinum í dag eru enn eini sethús reist á Sandi. 

 

- Flaggið veittrar í húnar hátt fyri komandi heiminum hjá Jón Koytu og Eyðrið Mariannardóttir, siga tey á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu fyrrapartin.

 

Í Sands kommunu halda tey, at verandi gongd, sum er við sethúsabygging á Sandi í løtuni, er sera jalig.

 

- Tað er hugvekjandi, at sandsbygd eigur fólk við áræði og kærleika til bygdina, ið velja sandsbygd sum sín heimstað og byggja sær heim á hesum staði.

 

Lagt verður aftrat, at tað fløvar um hjartað at síggja ungar og vónríkar familiur byggja sær heim á Sandi.

 

- Vit ynskja Jón og Eyðrið við familju alt tað besta, og Guds ríku signing við komandi heimi sínum, verður sagt á Facebook-vanganum hjá Sads kommunu í dag.

 

##med2##

 

 

 

Flaggið veittrar í húnar hátt fyri komandi heiminum hjá Jón og Eyðrið