Uttandura rúmið

- Hetta er eitt norðurlendskt rák, ið hevur funnið vegin til Føroyar, sigur sniðgevin Heini Weihe

- Hetta er eitt norðurlendskt rák, ið hevur funnið vegin til Føroyar. Íslendingar hava leingi gjørt sær uttandura rúm við heitum pottum. Tað er ein partur av teirra mentan. Tað sama ger seg galdandi í Finnlandi, Estlandi og londunum har á leiðum, har tey eisini hava eina siðvenju fyri vælveruøkjum. Síðan hava danir, norðmenn og sviar tikið hendan hugburð til sín. Vit føroyingar eru faktiskt tey síðstu, ið eru farin at seta fokus á at skapa tað uttandura rúmið, sigur sniðgevin Heini Weihe

Fyrsti várdagur er farin afturum og kunnu fólk nú so spakuliga gleða seg til summarið, ið stendur fyri durum. Veðrið er longu batna og ringastu vetrarstormarnir tykjast mest sum at vera eitt fjart minni, teir dagar tá sólin lívgar okkum í nakrar tímar.

##med2##

Men føroyingar vita eisini betri enn onnur, at neyðugt er at gagnnýta og njóta teir tímar við góðum veðri til fulnar, ið vit fáa. Og meðan tað áður hevur sæst aftur í, at føroyingar streyma til strendirnar, upp á fjallatindar ella oman í býin, so eru tað fleiri og fleiri, ið velja at innrætta síni heim soleiðis, at tey kunnu gagnnýta tær fáu dýrabaru løtur við góðum veðri, ið várið bjóðar.

- Hetta er eitt norðurlendskt rák, ið hevur funnið vegin til Føroyar. Íslendingar hava leingi gjørt sær uttandura rúm við heitum pottum. Tað er ein partur av teirra mentan. Tað sama ger seg galdandi í Finnlandi, Estlandi og londunum har á leiðum, har tey eisini hava eina siðvenju fyri vælveruøkjum. Síðan hava danir, norðmenn og sviar tikið hendan hugburð til sín. Vit føroyingar eru faktiskt tey síðstu, ið eru farin at seta fokus á at skapa tað uttandura rúmið, sigur sniðgevin Heini Weihe, ið hevur egna virkið har hann millum annað ráðgevur føroyingum í innrætting av heimum. 

SÓLARGANGUR

Hann vísir á, at um man ynskir at innrætta sær eitt útirúm, ið alt húskið kann fáa gleði av alt árið, so eru tað ymiskt, ið man skal taka hædd fyri

- Man má finna sær ein krók við læ frá vindi, góðum sólargangi og um møguligt eitt útsýni. Tað snýr seg um at finna tað optimala økið á tí matrikklinum, ið tú ert á. Tað staðið, ið man fær størsta njótilsi at uppihalda seg á. Fyri føroyingar snýr tað seg sum oftast um at gera eina terassu har besti sólargangurin er, sigur hann.

##med3##

Hann metir tó sjálvur, at tað týdningarmesta av hesum trimum er at finna eitt stað við læ, so at man fær eitt friðskjól frá vindinum, ið kann arga allar árstíðir.

- Lykilin er at finna læ. At finna eitt pláss at steðga vindinum. Megnar man tað, so hevur man ein deiligan krók. Eg havi gjørt onkur hús, har tað eru fýra terassur. Ein til hvørja ætt og gevur tað møguleikan at flyta runt í samband við sólargangin. Tað vil siga, at tað altíð er ein terassa, har tað er læ, greiðir sniðgevin frá.

FLEIRI AKTIVITETIR

Tá man so hevur funnið sær ein krók, ið húski kann brúka sum eitt útirúm, skal tað fyllast við onkrum eins og við einum og hvørjum øðrum rúmi í einum húsi. Her er tað, at føroyingar seinnu árini eru farin at fylla útirúmið við alskyns virksemi.

- Føroyingar eru sum heild farnir at hugsa meira um útilívið og sæst tað millum annað aftur í grilllívinum í Føroyum, ið vindur meira og meira upp á seg. Tey flestu hava ein uttandura grill í dag, men so eru tað summi, ið taka tað eitt stig longri og gera sær eitt bál í havanum ella grava matin niður í jørðina, sigur Heini Weihe. 

Eitt annað, ið seinni árini er vorðið alsamt meira vanligt, men sum fá untu sær fyri bara tíggju árum síðan, eru heitir pottar. Hóast teir nærum eru partur av samleikanum hjá okkara grannum fyri vestan, so hevur eingin slík siðvenja verið í Føroyum.

- Heitir pottar og slíkt var sjáldsamt at síggja í føroyskum heimum fyri nøkrum árum síðan, men nú er tað vorði vanligt, at fólk keypa sær heitar pottar. Tað ger tað møguligt, at njóta útirúmið sjálvt um tað er kalt, myrkt og keðiligt veður, vísir hann á.

Millum aðrar møguleikar, ið Heini Weihe nevnir, um man ynskir at at gagnnýta útirúmið betri, er eitt lítil bálstað har børnini kunnu gera sneisabreyð ella eitt vakstrarhús í havan.

##med4##

ÚTIRÚMIÐ Í FOKUS

Sum heild metir Heini Weihe, at man í dag er farin at leggja størri dent á útirúmið, og byrjar tað, tá húsini enn eru á tekningaborðinum hjá arkitektinum.

- Útirúmið er farið at fylla meira, tá hús verða teknað. Tað er eitt nógv størri fokus á hvat ringasta ætt er, hvussu sólargangurin er og útsýni. Áður hevði man lyndi til bara at seta ein kassa á eitt grundstykki, meðan man í dag teknar húsini í samsvar við staðið. Tí um man skal hava eina altan, nyttar tað jú einki, at hon vendir norðureftir. Tá fær man lítla og onga gleði av henni, vísir hann á. 

Ræðumyndin er hinvegin nøkur av teimum sethúsum, ið fólk lótu byggja í 70'unum, har hædd slett ikki bleiv tikið fyri umhvørvið runt húsunum.

- Tá var tað typiskt, at húsið lá á suðursíðuni á stykkinum og allur havin lá í skugga. Tað gav onga meining, men eg trúgvi, at man bara ikki hevur hugsað um slíkt tá. Í dag roynir alsamt meira at skapa hesi terassuøkini, so at man teir dagarnar, tá veðrið er til tað, hevur møguleikan at seta seg útum, sigur hann.