Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at einki ísfiskalínuskip var til fiskiskap, tá hetta vikuskiftið byrjaði.
Men, í staðin eru nøkur frystilínuskip til fiskiskap.
- Tvey frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi, trý eru á Íslandsrygginum, og tvey fiska á landgrunninum.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin er einki serligur, men veðrið verður helst til vildar teir næstu dagarnar.
- Vit vænta, at nakað verður av útróðri, og fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er brúkiligur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.